12. februar eru 200 ár liðin síðan faðirin at menningarlæruni, Charles Darwin, varð borin í heim. Í tí sambandi fer Føroya Lívfrøðifelag, Fróðskaparsetur Føroya og Náttúrugripasavnið at skipa fyri ymiskum fyrilestrum gjøgnum árið.
Tann fyrsti av hesum verður á sjálvum føðingardegnum, tá fyrilestur verður um lívssøguna hjá Darwin, og um menningarlæruna sjálva. Aftur í juni mánaði verður fyrilestur, tá fer tað at snúgva seg um oyggjalívfrøði í samband við eina bókaútgávu um fyribrigdið. Jóhanna Olsen, næstforkvinna í Lívfrøðifelagnum, sigur at lívfrøðin vísir seg at mennast øðrvísi í oyggjasamfeløgum, og at hesum hevur høvundin at útgávuni granskað í.
Í august fer fyrilesturin at snúgva seg um týdningin av menningarlæruni hjá Darwin fyri heimsspeki og bókmentir. Í november mánaði eru 150 ár liðin síðan Origin of the Species kom út, og seinasti fyrilesturin í ár, verður í november, og fer at snúgva seg um phylogeni, hvussu vit hanga saman. Hvaðani stava vit, og hvussu verður tað greinað út, bygt á teoriir hjá Darwin.
- Læran hjá Darwin – at tær livandi verurnar eru vornar til við náttúrligari útveljing gjøgnum milliónir av árum – hevur kollvelt okkara fatan av heiminum. Og hevur lært okkum at síggja okkum sjálvi sum ein part av náttúruni, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.