David: Góða verjuspælið var avgerandi

(FM1) Hoyr seksmálsskjúttan hjá Kyndli, David Edvardsen seta orð á 32-24 (16-11) sigurin á VÍF

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við seksmálsskjúttan hjá Kyndli, David Edvardsen beinleiðis á FM1 aftaná David og liðfelagarnir høvdu vunnið ein sannførandi 32-24 (16-11) sigur á VÍF í klassikaranum í føroyskum hondbólti.

 

David Edvardsen heldur, at tað var ógvuliga avgerandi fyri dystin, at Kyndil stóð seg so væl í verjupartinum í dag.

 

David Edvardsen fegnast eisini um, at Kyndil fekk sett nógvar av teimum fríu bóltunum inn í dag. Í øðrum dystum fyrr í ár hevur Kyndil brent upp í 15 opnar málmøguleikar, og tað kann ein ikki loyva sær í hondbólti.

 

HERber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum. Hoyr eisini Claus Rasmussen taka samanum dystin. 

 

HERber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við venjaran hjá VÍF, Hjalmar Klein Olsen. 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF6162148149
 KYNDIL7172151218
 NEISTIN6146131158
 H71512111656
 STÍF5116132-164
 KÍF5118120-23
 TEAM KLAKSVÍK6133170-372