Í seinastu viku høvdu vit vitjan av tí 23 ára gamla David Isaacson og hansara vini, tí 18 ára gamla Gabriel, kallaður, Gaby. Teir koma báðir úr London, og teir eru báðir tveir heilt vanligir, dámligir og fittir dreingir.
Teir hava tó eitt lív og ein uppruna, sum er sera ymiskt frá tí hjá ungfólki í Føroyum. Teir eru nevniliga ikki bert jødar, teir eru ortodoksir jødar.
Fyri David kann eisini sigast, at hann er ein føroyavinur um ein háls. Hetta er nevniliga triðja árið í rað, hann er í Føroyum.
Eg hitti hann fyrstu ferð í 2005 í Svínoy, har hann ferðaðist saman við trimum øðrum jødum. Teir vóru eisini aðrastaðni í Føroyum.
Vildi sleppa aftur til Føroyar
David gjørdist so hugtikin av Føroyum, at hann vildi sleppa aftur higar. Føroyar er nevniliga eitt paradís fyri jødar, tí her møta teir ikki teirri illvild, sum nógv er av aðrastaðni í heiminum móti jødum.
David hevði hug at koma aftur í fjør at fáa eitt summararbeiði, so hann kundi vera her í longri tíð.
Hann fekk arbeiði innan eina verkætlan, sum Pál Weihe stendur fyri. Hon snúði seg um at kanna umstøðurnar hjá fiskimonnum á langfaratrolarum. Her er nógv tilfar savnað inn. Sum læknalesandi hevði David góðan førleika at arbeiða við hesum tilfarinum. Tá ið hann fór, lá ein drúgv frágreiðing eftir hann. Pál helt, at David hevur gjørt eitt dygdararbeiði. Hann var í Føroyum í seks vikur.
Nú kom hann so aftur saman við sínum vini, og teir hava í 10 dagar verið á 15 oyggjum.
David sigur, at tað kann væl henda, at hann kemur aftur komandi ár. Tá er hann komin so mikið langt við sínum læknalesna, at hann kann arbeiða eitt skifti á einum sjúkrahúsi. So hvør veit?
Jødar í London
Tað var áhugavert at fáa greitt frá lívinum hjá hesum ungu jødunum.
Teir komu úr London og búgva í tí sokallaða Golders Green býarpartinum, har nógvir ortodoksir jødar búgva. Í hesum býarpartinum er alt tað, sum hoyrir til eitt jødiskt umhvørvi, so sum synagogur, matvøruhandlar til teira tørv og annað.
Abbi David kom upprunaliga úr Irak, meðan flestu jødar, millum hesar Gaby, annars koma úr Europa og Amerika. Hesir báðir bólkar mynda hvør sína meinigheit, har munurin - sambært David - er sum millum katolikkar og protestantar, men teir eru kortini bestu vinir.
Tað eru umleið 300.000 jødar í Bretlandi. Av teimum eru umleið 15% ortodoksir. At teir eru ortodoksir sæst fyrst og fremst við, at teir bera kalot á høvdinum. Meðan vit onnur taka hattin av høvdinum, tá vit skulu vísa virðing fyri Gudi ella øðrum, so gera ortodoksir jødar tað mótsetta. Teir hava á høvdinum, tá teir skulu vísa virðing, og hetta er orsøkin til, at teir hava kalottin.
Omman og abbin bjargað undan nasistunum
Hesir báðir hava eisini tað til felags, at teirra forfedrar vórðu so hepnir at vera bjargaðir undan holocaust, jødatýningini hjá Hitler. Her eru nógvar áhugaverdar frásagnir. Í fjør vóru polsk/týsku jødisku hjúnini Hanna og Menakhem Ben Yami í Miðlahúsinum, har tey greiddi frá síni ótrúligu søgu. Hon var eisini umrødd í Sosialinum, men hevur í síni heild verið í FF-blaðnum í 2004 og 2005.
Omma David er týskur jødi. Hon slapp úr Týsklandi í 1938. Hennara søga er eisini eitt dømi um, hvussu jødar - undir týskum ræði - sluppu undan tí vissa deyðanum, tí tað vóru persónar, sum løgdu lív og sál í at bjarga teimum. Í hesum førinum var tað ein enskur ortodoksur rabbi, Solomon Schonfeld, sum skipaði fyri at fáa flutt jødisk børn úr týskum øki til Bretlands, teir sokallaða ”kindertransport”. Harvið bjargaði hann túsundtals mannalívum, og omma David var ein teirra. Ein bók er skrivað um henda rabbinara undir heitinum: ”Holocaust Hero”, og sigur heitið á bókini nakað um tað ummæli, hann fær í eftirtíðini.
Tað sama var søgan hjá Gaby. Hann átti eina ommu, sum slapp úr Týsklandi og tí vissa deyðanum við hesum ”barnatransportum”. Annar abbin slapp undan við at bróta ein rút og sleppa sær inn í seinasta tokið, har jødar sluppu úr Týsklandi, áðrenn tað var stongt fyri meira ferðing.
Kunnu ikki so mikið sum tendra ljós sabbatin
Tað er sera áhugavert at hoyra, hvussu átrúnaðurin merkir gerandisdagin hjá hesum báðum dreingjum. Serligt merkist hetta sabbatin, leygardagur, sum er jødiski halgidagurin í vikuni.
Sabbatin skulu ortodoksir jødar einki ”ónyttugt” gera. Tá skal tíðin bert brúkast til at biðja, lesa í heilagu skriftunum, at syngja og annars at taka sær av løttum.
Fyrsta ábendingin um, at hetta eru reglur, sum veruliga verða hildnar sást, tá ið David var biðin um at geva sína teldupostadressu ein leygardag. Nei, hann kundi ikki nýta penn, tí tað var sabbatur. Men hann kundi siga hana, so kundi eg sjálvur skriva hana niður.
Tá sabbatur er, er ikki loyvt at ferðast við bussi, bili ella á annan hátt, og maturin, sum verður etin, skal vera tilgjørdur dagin fyri. Tað er ikki so mikið sum loyvt at tendra ein kontakt leygardag. Helt meg kunna fanga teir við at vísa á, at teir høvdu so ljósið tendrað inni, har teir gistu. Nei, tað var tendrað dagin fyri, og teir kundu ikki sløkkja ljósið fyrr enn sabbaturin var liðugur!
Á hotellum í Ísrael eru serligir sabbatelevatorar. Teir steðgað av sær sjálvum á hvørji hædd. Tá slepst undan at bróta sabbatin við at trýsta á knøttin fyri ta hædd, ein ætlar sær at steðga.
Tað skal tó sigast at neyðsynjarørindi kunnu gerast.
Næstan ómøguligt at bjóða ein drekkamunn
Eitt annað, sum vísti, at hesir vóru øðrvísi, var maturin, sum skal tilgerast eftir jødiskum ávísingum. Hetta merkir millum annað, at alt kjøt skal vera slaktað soleiðis, at djórið skal bløða til deyðis. Serreglur eru við nógvum øðrum mati. Heima hava teir krambúðir fyri koshermat, sum er gjørdur eftir jødiskum forskriftum.
Hendan møguleikan hava teir ikki í Føroyum, og tí var tað sera trupult at vísa teimum blíðskap. Teir høvdu stóran part av matinum, sum teir ótu í Føroyum, við sær úr London.
Her kann verða nevnt enn eitt dømi. Vit vóru í Ísrael í fjør, og dóttirin bað um eina sandwich við ”ham and cheese”. Hetta var ein dupult synd. Fyri tað fyrsta er ”ham” av grísi, sum er forboðin matur. Ostur er mjólkarframleiðsla, og tað er eisini forboðið at eta kjøt saman við mjólkarúrdrátti.
Tað eru eisini aðrar strangar reglur fyri lívinum hjá teimum. Ein er, at tað er ikki loyvt at hava kynsligt samband áðrenn hjúnalagið. Verður hetta kortini gjørt, so kann ein ikki kallast ortodoksur.
Men í øðrum førum eru teir ikki so avgjørdir. Teir skuldu ikki njóta nakað sum skaðar likamið. Tí er royking og rúsevni bannað. Men tá talan er um rúsdrekka, kann tað njótast við máta. Tá er tað ikki skaðiligt, og tað er heldur ikki bannað. Tað er enntá ein dagur á árinum, tá tað er fullkomiliga loyvt at drekka seg fullan. Tað er hátíðin fyri heingingina av Háman, sum í Esthers bók í Bíbliuni vildi beina fyri jødum!
Hóast tað tollyntir
So ortodoksur sum David er, so er hann meira tollyntur enn vanliga verður roknað við av ortodoksum jødum.
Hann kundi góðkenna, at Ísrael gav land frá sær fyri frið, um hetta veruliga kundi tryggja frið. Men hann trúði nú ikki, at júst hetta við at fara úr Gaza, sum hendi í 2005, fór at geva frið. Allar royndir vísa, at tað nyttar einki at geva víttgangandi kreftum lítlafingur. Tær gevast ikki, fyrr enn tær hava fingið alla hondina. Og tá ið teir hoyrdu ungar arabarar tosa, skiltu teir, at tað var framvegis arabiskt aðalmál at reka Ísrael í havið. So tað er kanska ikki so løgið, um teir eru varnir. Tað er eisini seinni váttað, at friður gjørdist eingin av nevnda stigi.
Viðvíkjandi kristnum trúboðaravirksemi millum jødar eru ortodoksir jødar ikki tollyntir. Teir halda, at jødar skuldu hava frið at hava sína trúgv, eins og teir geva kristnum frið at hava sína trúgv. Sjálvir reka teir ikki trúboðaravirksemi millum kristin. Um ein kristin ynskir at fara yvir til jødadómin verður meira mælt frá, tí tað er strævið at skula liva eftir ortodoksum jødiskum forskriftum. Hinvegin verður nógv gjørt fyri at fáa verðsligar jødar umvendar til at gerast ortodoksar. Tað hendir eisini, at tað eydnast.
Væl skúlaður í trúnni
Annars er David væl skúlaður í jødiskari trúgv. Hann hevur verið tvey ár á Talmudskúla, jødiskum bíbliuskúla, í Ísrael, har hann eisini hevur lært hebraiskt, og nú ætlar Gaby at gera tað sama.
Her skal skoytast uppí, at jødar vanliga verða býttir upp í fýra bólkar: Tað er teir ultraortodoksu, sum als ikki viðurkenna Ísrael. Teir viðurkenna ongan stat, fyrr enn hann verður settur á stovn av sjálvum Messias. Teir eru lættliga kendir av sínum hári, sum hongur niður við oyruni. Síðan eru tað teir ortodoksu, sum eru sum David og Gaby. Ein bólkur eru nationalistar, zionistar, sum ganga høgt upp í tey gudsgivnu rættindi til ”landið”, ið Gud gav teimum. Fjórði bólkurin eru teir verðsligu jødarnir, sum kunnu sammetast við verðslig kristin.
Ortodoks giftarmál
David greiddi eisini frá mannagongdini, tá ið ungir ortodoksir jødar finna saman. Høvuðsreglan er tann, at foreldrini hjá dreingi finna fram til eina hóskandi gentu, og skipað verður fyri, at tey hittast, í eini ”date”. Um bæði eru áhugað, so hittast tey aftur, og so kunnu tey verða trúlovað eftir tveimum mánaðum. Eftir enn nøkrum mánaðum verða tey so gift, og vanliga er tað fyri lívstíð.
Um ikki bæði eru áhugað, so gerst ikki við. Tá mugu foreldrini royna at finna eina aðra gentu. Einaferð man tað fara at eydnast.
Tað kann eisini henda, at tey bæði finna saman av sær sjálvum, men her er treytin tann, at bæði skulu vera ortodoks!
Nú eru teir báðir, David og Gaby, aftur í London. Tá ið teir hava havt eina væleydnaða ”date” vænta vit, at teir koma higar við gentu ella konu.
Undir øllum umstøðum hevur tað verið stuttligt at koma at kenna teir báðar.