Mest umtalaði fótbóltsspælarin í donskum fótbólti í løtuni er David Nielsen. Orsøkin er nýggj bók, har hann sigur, at hann royndi at tapa ein dyst við vilja í 2004. Í gjár spældi David Nielsen fyri Størmgodset í norsku tippuliguni, og hann dugir framvegis at gera mák. Strømgodset vann dystin 3-2, og David Nielsen skoraði tvey av málunum í dystinum.