David Villa til Amerika

Spanski landsliðsframherjin fekk einans eitt kappingarár í Atlético Madrid.

David Villa hevur heldur óvæntað valt at skifta frá sponsku meistarunum úr Atlético Madrid til amerikanska felagið New York City FC.


Felagið, sum einans er eitt ára gamalt, hevur somu stjórn og eigarar sum Manchester City og fer at luttaka í fremstu deildini, Major League Soccer.


32 ára gamli David Villa, sum er úttikin til HM-endaspælið í summar, hevur skotið 56 mál fyri spanska landsliðið í 94 dystum.


Sáttmálin við New York City FC er galdandi í trý ár, og felagið sigur seg vera áhugað at knýta fleiri stjørnuleikarar til felagið.