Dekksølan brann í grund

Stóra dekksølan Pitstop hjá Gunnari Justinussen í Hafnarfirði í Íslandi brann í seinastu viku í grund. Politiið heldur, at eldurin var ásettur

Mikunáttina kom eldur í stóru dekkgoymsluna hjá Gunnari Justinussen í Hafnarfirði.
Tað var eitt ordans bál, tí goymslan var full av vetradekkum, sum øll kolaðust upp. Logarnir stóðu minst 20 metrar upp í luftina.
- Tað var so óheppið, at goymslan var full av vetrardekkum, sum vit ætlaðu at selja, nú veturin nærkast. Alt annað varð tikið út, sigur Gunnar Justinussen.
Hann eigur dekksøluna Pitstoop við Rauðhellu í Hafnarfirði.
Eldurin var sløktur, men kyknaði aftur mikumorgunin.

Nógv fólk
Eldurin var so stórur, at sløkkiliðið kom við allari síni útgerð, og 40 sløkkiliðsfólk vóru við til at sløkkja. Goymslan brann tó í grund.
Leingi bar sløkkiliðið ótta fyri, at eldurin fór at breiða seg til grannalagið, men veðurgudarnir vóru vinarligir hetta kvøldið.
Gunnar Justinussen metir, at virðir fyri umleið 15 milliónir krónur eru farin upp í royk.
Sjálvt um Ísland ikki longur er nakað eldorado longur, hevur Gunnar Justinussen ongar ætlanir um at gevast við virksemi sínum í Íslandi. Men tað er truplari nú.
Hann var staddur í Føroyum, tá ið hann fekk boðini, men skundaði sær beinanvegin til Íslands.

Brandmúrurin helt
Húsið, sum brann, var í tveimum. Onnur helvtin var dekkgoymsla og hin helvtin verkstaður. Brandveggur var ímillum, og haon helt, so verkstaðurin hevur ikki fingið skaða.
Gunnar Justinussen hevur longu leigað onnur høli til dekkini at brúka, meðan hitt verður bygt uppaftur.
- Tað arbeiði er longu farið í gongd. Arbeiðsloysið í Íslandi er stórt, og tí er lætt at fáa arbeiðsmegi, sigur stjórin.
Goymslan var tryggjað, men ikki fult tryggjað. Gunnar Justinussen væntar, at trupult verður at endurnýggja alla goymsluna.
- Hetta er ein vanlukka fyri meg, sigur Gunnar Justinussen.
Enn eru eingi prógv fingin fyri, hvør orsøkin var til eldin. Politiið arbeiðir út frá tí teori, at eldurin var ásettur av onkrum íslendingum, fullum av vreiði inn á kreppuna.