Demmus kemur upp í politikk

Í 1962 kemur Demmus upp í politikk og verður valdur á løgting fýra ár seinni. Í 1974 kemur hann í landsstýrið. Eisini verður í hesum parti greitt frá ættini hjá Helenu

Demmus kemur úr eini sera polit­isk­ari ætt, so tað er ikki so løgið, um hann eisini kem­ur upp í lands­politikk. Hetta hendi í 1962. Hann var tá ikki limur í nøkrum politiskum felag, men kom­andi úr eini sjálvstýris- og bóndaætt var Fólka­flokk­urin nokk so nærliggjandi.
Undan løgtingsvalinum hetta árið komu tríggir menn á gátt, ein av Sandi, ein úr Skála­vík og ein úr Húsavík at spyrja, um hann ikki vildi vera valevni til løgtingsvalið. Antines Sørensen í Húsavík var valdur fyri Fólkaflokkin í 1943 og fall fyri Erlendi Paturson í Tjóð­veldisflokkinumí 1954. Nú vildu fólkafloksmenn fegnir hava sessin aftur. Tað eydnaðist ikki til hetta valið, og Demmus lovaði sandoyingum at royna eina ferð enn.
Millum 1962 og 1966 vóru fleiri fólka­tings­val, har Demmus var eitt valevni. Tá ferðaðist hann um alt landið til valfundir. Til løgtingsvalið í 1966 gjørdi hann nógv meira burtur úr, og tá eydnaðist at vinna sessin aftur, og Erlendur Paturson fall. Hann varð tó valdur inn á ting fýra ár seinni í Suðurstreymoyar valdømi.
Í 1966 fekk Demmus í mun til veljaratalið i valdøminum størstu persónliga undirtøku í øllum landinum.
Demmus bleiv so afturvaldur í 1970, men í 1974 restaðu tvær atkvøður at verða valdur. Tá varð skipað ein samgonga, sum ikki hevði verið roynd fyrr millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin.
»Tá kemur Hákun Djurhuus til mín og sigur, at so lætt sleppur tú ikki. Eg skuldi fara í landsstýrið og umsita fíggjarmál«, greiðir Demmus frá.
Hin landsstýrismaðurin fyri Fólkaflokkin var Dánjal Pauli í Búðunum, og Atli Dam var løgmaður.
Hetta var ein samgonga, sum var nýhugs­andi á fleiri økjum, og tey fyrstu fýra árini gingu væl, og samstarvið var gott. Í hesum landsstýrinum vóru fyrstu ferð framdar yvir­tøkur av donskum málsøkjum. Postverkið varð yvir­tikið. Tað sama var við umsiting av skúla­málum. Henda samgongan fór eisini undir samráðingar um yvirtøku av undir­grundini.
Tað var sjálvsagt nógv at taka støðu til. Sum tá ið stjórin fyri Østifternes Kreditforening kom til Føroya at kanna møguleikarnar at veita lán í Føroyum, eisini til sethús.
Demmus legði hetta fyri aðrar i lands­stýr­inum og segði, at sær dámdi einki, at ein real­kreditstovnur koma higar at fíggja sethús.
Ein slíkur stovnur kom ikki at taka sama atlit til lántakaran, sum ein føroyskur vil gera, um tað kom at standa á fíggjarliga. Hesum tóku Finnbogi og Atli undir við.
Men Demmus kundi taka undir við lán­um til virkisbygningar, men tað skuldi biðjast um loyvi frá landsstýrinum í hvørjum føri. Tá komu teir ymsa staðni frá, sum úr Luxemburg, at biðja um at sleppa at fíggja, men teir fingu nei. Tað kundi lættliga blivið ov nógv av tí góða. Hetta hava royndirnar aðra staðni eisini víst seinni.
Annars var Atli góður at samstarva við. »Eg plagdi at siga honum, hvørjar ætlanir eg hevði og svarið var vanliga, at tað var í lagi, 'ger sum best'.«
Aftaná valið í 1978 var samgongan endurskipað. Tá hendi tað sjáldsama, at tveir tingmenn hjá fólkaflokkinum ikki atkvøddu fyri egnum landsstýrismonnum, sum kortini vórðu teir somu.
Í heila tikið gekk samstarvið millum flokkar­nar tá ikki so væl, og hetta var fyrst og fremst í samband við siglingina millum lond. Javnaðarflokkurin helt uppá, at hetta eis­ini skuldi vera ein almenn uppgáva, meðan fólkaflokkurin meinti tað beint mótsatta. Tískil varð val eftir bert tvey ár, og í 1980 rest­aði Demmusi eina atkvøðu at verða valdur.

Norðurlandahúsið
Demmus hevði sum landsstýrismaður eisini ein leiklut í Norðurlundahúsinum. Hann greið­ir soleiðis frá:
»Eg gjørdist limur av Norðurlandaráðnum í 1973 og bleiv limur í mentunarnevndini, 'kulturutskottet'.«
Í sama tíðarskeiði var íslendski professarin og politikkarin Gylfi Gislason formaður.
Tá lá í nevndini uppskotið hjá Erlendi Paturson um »Kulturcenter i Thorshavn«. Okkurt álit var skrivað, men hóast málið var fyri á fundi ferð eftir ferð, var tungt at fáa nakra samtykt gjørda.
Hetta var ikki so løgið, tá hugsað verður um tað »kríggj«, sum er her á landi, tá av­settur peningur til mentan skal býtast til felags­skapir og stovnar.
Í Norðurlandaráðnum royna øll norðurlond eisini at draga til sín av teirri avsettu upphædd til mentan.
Hóast vælvild frá mentanarnevndini stóð eftir spurningurin, hvussu nógv hetta húsið fór at kosta. Ein leyslig meting segði 10 milliónir krónur. Tá Tórshavnar kommuna bjóðaði sær at lata eitt grundøki stórt 9.000 fermetrar ókeypis, og landsstýrið bjóðaði sær til at kosta útspreinging og planering, var klárt at seta bygningin á planeraða stykkið.
Nevndin samtykti málið, og síðan varð henda samtykt góðkend av ministararáðnum, fíggjarmálaðharrunum.
Tann upphædd, sum kom úr Føroyum, var metta at vera 1,5 mill.kr.
Í Føroyum tyktist lítil áhugi at vera fyri hesum »kultursentri.« Tað var onkur felags­skapur, sum var beinleiðis ímóti. Eitt av argu­ment­unum var, at húsið vildi kvala sjón­leikar­húsið í Havn.
Tá ið málið kom fyri á løgtingi var ikki nógv orðaskifti. Fleiri vóru ímóti, og tá atkvøtt varð, vóru 17 atkvøður fyri, so tað var um reppið, at uppskotið ikki varð samtykt.
Her kann eg leggja afturat, at áðrenn eg gavst sum limur í Norðurlandaráðnum, fekk eg frá ministararáðnum tríggjar spurningar at svara, og hesir vóru:

• Hvat skal navnið vera á hesum mentanar­stovni?
• Skal arkitektkapping bert bjóðast út í Føroyum?
• Skal húsið vera eitt dramahús ella eitt konserthús?

Eg svaraði beinanvegin aftur, at uppskot míni vóru hesi:
Til fyrsta spurningin:
Mær dámdi ikki orðið kultursentur. Í før­oyskum bløðum gekk orðið kultursentur undir heitinum »mentunarmiðstøð«.
Tá øll norðurlond vóru eitt slag av med­eigarum av húsinum, skuldi navnið vera Norður­landahúsið í Føroyum.
Til annan spurningin:
Útbjóðing av arkitektakapping skuldi vera í øllum norðanlondum.
Til triðja spurningin:
Eg ivaðist eina løtu men hugsaði sum so, at eitt rættiligt konserthús verður tað seinur dagur, at vit fáa, og at eitt konserthús eisini mátti kunna brúkast til drama og sjónleik. Tí bleiv svarið konserthús. Í dag eru helst øll samd um, at svar mítt var ikki skeivt.
Eftir fimm ár, sum limur í Norður­landa­ráð­num fór eg frá, og nú varð settur ein stýrisbólkur við Jan Stjernstedt sum formanni. Hesi dámligi og vitandi svenskarin var framúr dugna­ligur og ágrýtin sum formaður, og hann skal hava tøkk fyri, at vit fingu tað Norðurlandahúsið, sum hýsir so nógvum mentanartiltøkum. Jan doyði fyri umleið ein­um ári síðani.

Dugdi væl at ansa eftir landskassanum
Demmus fær frá sínum floksfeløgum tað um­mæli, at hann var ein góður politikari. Hann var sakligur, og sum landsstýrismaður dugdi hann »samvitskufult at passa uppá lands­kassan«. Hjá honum var einki við at gjara út til høgru og vinstru. Ì hansara skeiði varð skatta­lógin broytt við sanering av frádráttum. Tað var ein hópur av frádráttum. Tann sum var ringastur at umsita var frádrátturin fyri um­væling av egnum húsum.
Í staðin varð gjørdur ein fastur løn­takara­frádráttur, sum var nógv lættari at umsita. Tað kann kanska sigast, at henda broyting var ein fortreyt fyri kelduskattinum, sum kom seinni.
Demmus var ein góður og hittinorðaður talari, sum eisini dugdi at býta frá sær. Hetta gav at býta eina ferð, tá ið samgongufelagin Jákup Frederik Øregaard frá javnaðarflokkinum í einum útvarpaðum orðaskifti um fíggjarlógina segði um Demmus, at hann var eins og ein kavaplógv, sum skumpaði kavan frammanfyri sær til dungin gjørdist so stórur, at hann steðgaði upp. Tá tendraði Demmus og gav Øregaard, sum var formaður í fíggjarnevndini, av grovfílini.
Í sambandi við eini viðgerð av fíggjarlógini hevði fíggjarnevndini í sínum áliti reist spurningin, um tað ikki kundi sparast meira uppá frímerkir og telefon. Slíkar smáligheitir gav Demmus ikki nógv fyri og kallaði slíka viðmerking fyri ikki annað enn »krutl«, sum samb. orðabókini merkir kattaklór.

Nevndarsessir
Demmus hevur eisini í sínum virksemi verið við í nógvum nevndararbeiði og kann nevnast:

• Formaður fyri landsskattanevndina 1964-75 og aftur frá 1981 til seinast í 90-unum.
• Nevndarlimur í SEV frá 1967-75.
• Limur í Norðurlandaráðnum 1973-80.
• Nevndarlimur í Grønlandsfelagnum og Nordafar, valdur av Føroya Skipara og Navigatørfelag.
• Í 1983 varð hann valdur til formann í umboðsnevndini hjá Tryggingarsambandið Føroya.
• Nevndarlimur í Norrøna felagnum 1985-1995. Formaður 1990-1995

Ættin hjá Helenu
Helena, kona Demmus, var av teirri kendu Hammershaimb Debes ættini. Langabbi hennara var Samuel Hammershaim Debes (1813-1897), sum var kendur sum bókhaldari hjá Kongaliga handlinum. Hann var giftur við Christionnu Carolinu Winther (1818-1904), ein onnur kend ætt í Føroyum.
Abbasonur hansara, sum eisini kallaðist Samuel Hammershaimb Debes (1873-1938), var pápi Helenu. Mamman var Anna Cathrina Djurhuus f. 1890 í Kollafirði.
Tá ið Sámal doyði í 1938 skrivaði Dimma­lætting:
»Sunnudagin seinasta andaðist Samuel Hammers­haimb Debes, dagliga nevndur Sámal á Bakka. Hann var ikki fult 65 ára gamal. Fyri tann ið kendi Sámal frá barnaárum og fram gjøgnum tíðina er tað ein saknur ikki at kunna møta honum meira. Tí tað var altíð hugna­ligt at hitta og tosa við hann, blíður og skemtingar­samur, sum hann var.
Hann hevði líka frá yngri árum av góðan arbeiðshug. Hann elskaði at vera á trøðni, og tá hann t.d. var liðugur við sítt dagsverk sum málari fór hann um kvøldið út á trøðna ella eisini eftir einum torvleypi.
Men eitt sum eyðkendi hann fram um alt, var hansara vælsignaða góða hýri, hann var »glad såsom fågeln i morgonstunden«, væl dámdi honum at syngja, altíð var hann glaður og fróður og beit ongan frá sær.
Hann elskaði sína fiól, leikaði í »gomlum døgum« ofta saman við Bakar Hansen, Long og Poul Restorff og var tað eisini hugnaligt at hoyra hann spæla einsamallan.
Nú, Sámal, er dagur tín endaður, dagstrev títt er liðugt, og ynski eg tær, at Guðs friður og signing verið hjá tær, tú letur bara góð minnir eftir tær.

Í ætt við gamla landslæknan
Ein skyldmaður Helenu var gamli landslæknin Hanus Debes Joensen. Í sambandi við hansara 100 ára »føðingardag« herfyri kann verða nevnt eitt sindur um teirra felags ættarsøgu.
Í 1927 skrivar Føroyatíðindi hesa grein um Elsu, sum var fastur Helenu:

80 Aar
Imorgen kan en højt skattet Borgerinde i Trangisvaag fejre sin 80-Aarige Fødselsdag.
Som Datter af Samuel Debes, Bogholder ved den Kongelige Handel, stammer Fru Else Jacobsen fra Thorshavn, men kun 16 Aar gammel rejste hun til København, hvor hun herefter opholdt sig i 11 Aar. Her til Tveraa kom fru Jacobsen i 1879. Hun var da gift med den raske og dygtige Sømand Hans Jacobsen, der i en Aarrække var knyttet til A/S J. Mortensens Eftf, for hvilket han bl.a, førte Sjógvormin. Da Fyrene paa Tveraa blev bygget overtog Hr. Jacobsen imidlertid pasningen af disse, og da Else Jacobsen 58 Aar gammel mistede sin Husbond, fortsatte hun hans Gerning.
I det ydre har Fru Else Jacobsens Liv saaledes ikke været mærket af store Begivenheder, men til Gengæld har det altid været Præget af et usædvanligt og virksomt Sind. Fru Jacobsen husker Tveraa fra den Tid, da det kun bestod af 3-4 Huse forbundet med en smal Sti, og for hende staar den Udvikling, der er gaaet for sig her paa Pladsen, som fulkommen amerikansk voldsom. Men under alle omskifteligheder har hun gaaet sin stille, trofaste Gang, altid virksomt optaget af Dagens Gerning og altid ved godt Humør. Udvendig som indvendig har hendes Hjem med Datter, Svigersøn og Dattersøn altid været præget af forbilledlig Hygge og Orden.
Om fru Else Jacobsen kan det i Sandhed siges, at hun ingen Fjender har, og alle vil da kunne enes i et Ønske om, at hun endnu vil have mange lykkelige Aar for sig. Trods sin høje Alder er hun saa rask og rørig og saa levende interesseret i alt, at hendes Livsaften tegner lige saa harmonisk smuk, som hendes Liv har været det.

Tað var sjáldsamt at skriva minningarorð og enn sjáldsamari føðingardagsheilsanir til konu­fólk. So Elsa man hava verið ein heilt serlig kvinna. Bara tað at ein 16 ára gomul genta í 1862 fer til Danmarkar bendir eisini á hetta.
Elsu og maðurin Hans Debes Jacobsen vóru systkinabørn. Foreldur hansara vóru Dánjal Pauli Jacobsen, pakkhúsbetjentur við kongaliga handilin, og Cathrina Maria Debes, systir tann gamla Sámal H. Debes. Langabbasonurin Tórður greiðir frá, at Hans búði í mong ár í Southampton, haðani hann sigldi við klipparum til Kina.
Elsa og Hans fingu tvey børn. Dánjal Pauli var føddur í 1878 og doyði sama ár. Marianna var fødd í 1883. Hon giftist við Torvald Florian Joensen av Sandi. Tey fingu Hanus Debes Joensen f. 27.11 1913.