Eftir HANUS KAMBAN
Steinað til deyðis
Danska blaðið Information upplýsir tann 17. oktober í ár, vísandi til felagsskapin Human Rights Watch, at í løtuni bíða í Iran átta samkyndir menn og tvær samkyndar kvinnur eftir at verða steinað til deyðis vegna teirra kynsliga hugburð.
Hesi tíðindir siga okkum tvey ting. Í fyrsta lagi at tað fyrst og fremst er í teokratiskum samfeløgum, at fyribrigdið samkynd (homoseksualitetur) verður hildið at vera antin ein synd ella ein brotsgerð. Og í øðrum lagi, at ikki allir samfelagsbólkar, men nakrir serligir minnilutar, í okkara tíð (20. og 21. øld) hava verið ella eru fyri happing, jagstran og forfylging. Millum hesar minnilutar eru á okkara leiðum jødar, sigoynarar, Jehova vitnir og samkynd.
Avleiðingin av hesi ásannan tykist greið. Um eitt samfelag er stýrt av ábyrgdarfullum fólkum, og um tað vil kallast eitt fólkaræði, eiga tess lógir at spegla aftur tær søguligu royndir, heimurin hevur gjørt. Lógin eigur somuleiðis at binda um heilan fingur, t.e. leggja upp fyri samfelagsgongdum, sum hava verið, og sum kunnu koma aftur. Hetta er orsøkin til, at brúk er fyri, at m. a. bæði jødar og samkynd eiga at verða vard av lógini.
Hitler, Stalin og
tey samkyndu
Í okkara lítla landi er tað enn ikki hent, at fólk eru steinað til deyðis orsakað av einum kynsligum lívsmynstri, sum á ongan hátt viðkemur øðrum. Men vit hava fyri stuttum upplivað, at ein persónur her hevur verið fyri grovum harðskapi av hesi grund. So ella so, óbeinleiðis ella beinleiðis, eigur hesin tilburður at verða settur í samband við ta niðrandi umrøðu av samkyndum, sum m.a prestar og prædikumenn her hava ført fram alment.
Og sigast má, at tað er eitt áhugavert felag, hesir braneggjaðu talsmenn hava komið sær í. Umframt í Iran undir Khomeini ayatollah og eftirmonnum hansara, har samkynd nú verða steinað í hel, hava samkynd í 20. øld serstakliga verið happað og jagstrað í Nazi-Týsklandi undir Adolf Hitler, í Sovjetsamveldinum undir Stalin og í Kuba undir Fidel Castro.
Í Nazi-Týsklandi fingu tey samkyndu í kz-legunum seymað á klæðini serlig rósulitt tríkantað frámerki, eins og jødar fingu ta serligu dávidsstjørnuna seymaða á sín búna. Í týningarlegunum Nordhausen, Natzweiler og Gross-Rosen var lutfallið av samkyndum størst, og at kalla øll hesi fólk doyðu í legunum.
Átta ára straffiarbeiði
Í Sovjetsamveldinum varð, sambært grein 154a í revsilógini (sum kom í gildi tann 17. desember 1933) kynsligt samband millum menn bannað og kundi revsast við upp til átta ára straffiarbeiði. Sambært Peter Jakir vórðu, fyri bara at taka eitt dømi, o.u. 3000 samkyndir menn úr Moskva savnaðir í eini træla- og straffiarbeiðslegu við Hvítahavskanalina. Hvørja lagnu hesir neyðars menn fingu, veit eg ikki, men tey sum hava lisið Solsjenitsyn vita, at deyðatalið undir hesum ræðuligu korum var sera høgt. Í Kuba vórðu samkynd eisini jagstrað, og árini 1965-67 rikin í savningarlegur og hildin fangað sum djór aftan fyri píkatráð.
Við hesum er, og veri tað undirstrikað, als ikki talan um at ákæra nakran av hesum talsmonnum fyri nazismu ella stalinismu. Men hinvegin slepst ikki undan, at talan er um skyldskap. Á tveimum týðandi økjum eru tey, sum hava kunngjørt, at samkynd eru serliga syndafull, ella hava kravt, at slík fólk skulu missa síni borgaraligu rættindir, í parti og felagi við bæði Hitler, Stalin og Castro: nevniliga í fyrsta lagi í teirra serligu hugsan um reinleika og í øðrum lagi í teirra meira ella minni teokratiska hugburði.
Hvat merkir teokrati?
Taka vit hetta seinna fyrst, hvat merkir so tað? Eyðkent fyri demokratiið, sum byggir á humanismuna, er, at tað bæði í stýrisskipan og lóg ger strangan skilnað millum samfelag og átrúna. Hetta merkir ikki, at humanistar ella demokratar vanvirða átrúna (summir teirra eru jú trúgvandi), men hetta merkir, at átrúnin, veri hann kristindómur, jødadómur ella islam, hoyrir til ta privatu, subjektivu sferuna. Fyri tí einstaka kann Gud vera hægst, men í polis, í samfelagnum sum politiskari skipan, eru tingið og lógin hægst.
Einfalt, og tó ikki lætt at skilja hjá øllum. Og søgan vísir eisini, at henda nýggja fatanin, sum ger, at europeisk fólkaræðir eru fjórðingar framman fyri øll muslimsk samfeløg, kom ikki fyrr enn í 16. øld, aftaná harðar verkir og blóðugar rembingar. M.a. av tí at hann av álvara sá, at teokratiið ella gudsstaturin altíð hevur við sær dráp og mannajagstran (eitt nú í Münster í árunum 1534-36), gjørdi Martin Luther av, at strangt skilarúm skuldi vera millum verðsligt og átrún-aðarligt vald. At káma hetta mark ella blanda saman hesi vøld, tað kallaði hann “djevulsins verk”.
Tá ið so europeisk fólkaræðir vuksu fram í 19. øld, varð hildið fast um henda skilnað millum religión og politiskt vald. Í 20. øld, tá ið nýggjar totaliterar rørslur tóku seg fram, hendi eitt afturstig, við tað at bæði nazistisk og stalinistisk ríkir komu at umboða nýggj, verðslig-chiliastisk frábrigdir av teokratinum, har førarin ella aðalskrivarin var sakralur og í Guds stað.
Krøv um reinleika
So, eina ferð enn: fyri tí einstaka, í hansara privatu, subjektivu sferu, kann Gud vera hægst, men fyri samfelagnum sum verðsligum bygnaði eru tingið og lógin hægst. At tað bara kann vera so, er lætt at vísa á og enntá prógva, eisini við gudfrøðiligum próvgrundum. Men lat tað bíða til eina aðra ferð.
Í einum nútíðar fólkaræði, sum byggir á humanistiska grund, er tann einstaki - uttan mun til slag, húðarlit, átrúna ella kyn - í miðdeplinum. Avleiðingin av hesum er, at demokratiið sær tað sum sína uppgávu at verja tann einstaka. Men í teokratinum, har gudshugtakið stendur hægst, er tann einstaki fluttur niður á eina lægri rók. Og nú týdningur hins einstaka er minkaður, og kanska enntá avtikin, er so lætt at seta fram, og fremja í verki, reinleikakrøv, sum hótta ávísar minnilutar.
Og søgan vísir, at hesi krøv um reinleika altíð fyrr ella seinni seta høvdið fram, har eitt teokrati er grundað. Í Iran verða t.d. samkynd og bahaiar myrd, tí tey hótta tann islamska reinleikan. Í Nazi-Týsklandi vórðu jødar, Jehova vitnir, frímúrarar og samkynd myrd, tí tey hóttu tann ariska reinleikan. Í Sovjet vórðu kulakkar, samkynd og jødar jagstrað (og myrd) tí tey hóttu tann proletariska reinleikan. Í býnum Genève skapti tann bíbiltrúgvi, evangeliski prædikumaðurin Jean Calvin í 16. øld ein gudsstat, har samkynd í stórum tali vórðu hongd, druknað, hálshøgd og brend livandi. Hetta hendi ikki hóast, men nettupp tí at Calvin setti Gud at vera yvir lógini. Í Føroyum verða nú samkynd jagstrað, tí tey hótta tann kristna reinleikan.
Halgabók misbrúkt
Fara vit til próvgrundir úr Halgubók, so er lætt at vísa á, at slík próvgrundan er ósonn og óheiðurlig. Tann sum lesur hesa bók bókstaviliga, noyðist nevniliga at vera konsekventur. Kristus sigur einastaðni (Matteus 19. kap, vers 24), at tað er “lættari hjá einum kameli at sleppa ígjøgnum eitt nálareyga enn hjá einum ríkum at koma inn í Guds ríki”. Eru útsagnir um samkynd sannar, so er henda útsøgn eisini sonn og skal fatast bókstaviliga. Hetta merkir, at fjøld av ríkum og gudiligum føringum eins og túsundtals amerikanskir prædikumenn onga vón hava um frelsu.
Eg havi ongantíð hvørki hoyrt ella sæð nakran av teimum prestum ella profetum, sum her heima herja á tey samkyndu, víst á, at, sum skrivað stendur, bara fátæk hava vón um frelsu. Orsøkin er greið: ein slík fatan hevði sjálvsagt tikið burtur teirra egnu frelsuvón. Er tað ikki óheiðurligt at velja at vanvirða Guds orð, har tað snýr seg um egnan fyrimun, men at brúka sama orð sum sleggju, har tað snýr seg um næstans ófyrimun?
Venda vit aftur til høvuðsevnið, so munnu samkynd og hinkynd vera nakað eins, ymisk, góð og ring, dugnalig og ódugnalig, sum fólk nú einaferð eru. Samstundis tykist greitt, at bólkar, sum eru ella hava verið í søgunnar andgletti, veri tað jødar ella samkynd, eru partar av tí súrdeiggi, sum eitt samfelag hevur brúk fyri, skal tað blóma.
Súrdeiggið
Hvar var okkara tónlist, áttu vit ikki Tsjajkovskij? Hvar vóru okkara bókmentir, áttu vit ikki Thomas Mann, Oscar Wilde, E. M. Forster og Virginiu Woolf, fyri bara at nevna nøkur fá av hundraðtals dømum? Hvar var okkara skaldskapur uttan sonettirnar hjá Shakespeare? Hvar var okkara myndlist uttan Leonardo og hansara kvøldmáltíð, hansara Monu Lisu og hansara ódeyðiliga chiaroscuro? Hvar var okkara heimspeki, og okkara kristna gudfrøði, uttan Platon? Og er tað ikki spell, at nakrir føroyskir ótangar hava verið atvold til, at ein av okkara mest spennandi og sermerktu modernaðu tónlistarbólkum, Makrel, nú hevur mist ein genialan gittarleikara?
Tann gitni danski rithøvundurin Herman Bang gjørdi á eldri árum í eini grein vart við, at hansara samkynd var ikki eitt val, nei, tað var ein óloysiligur partur av hansara samleika. Sami maður eigur, takkað veri júst hesum fína, eyma og viðkvæma samkynda sermerki, nakrar av teimum vakrastu og mest ógloymandi síðunum í donskum bókmentum.
Flogvitið Alan Turing, bæði støddfrøðingur og heimspekingur, var, sum navnframur kotubrótari, við til at bjarga Onglandi sigur í seinna heimsbardaga og skapti samstundis ta frumtýpu, sum okkara nútíðar telda er sprottin úr.
Rættarsamfelagið
Tann prestur ella lækni, sum sunnumorgun setir seg við telduni, átti at vælsigna henda samkynda merkismann, sum skapti tað snildartól, sum veitir honum útkomuna. Men tað var Turings vanlagna at liva í einum hyklutum samfelag, har samkynd tá blivu vanvird og jagstrað, og hesin maður, sum hevði uppiborið at fingið Bretlands gyltastu heiðurslønir, tók seg tí av døgum í 1954. Er tað ikki skammiligt?
Tað uppskot, sum nú er lagt á ting, snýr seg tó ikki um samkynd í sær sjálvum. Tað snýr seg um borgaralig rættindir, um hvørt vit her í Føroyum skulu hava demokrati ella teokrati. Tað snýr seg tí um okkum øll. Undirritaði hevur rætt til at hava ta hugsan um samkynd, sum her er løgd fram, og eg ætli at brúka henda rætt. Onkur annar hevur rætt til at hava aðra, mósetta hugsan og til somuleiðis at leggja hana fram. Báðum pørtum er bara sett eitt mark: lógarinnar regla um ærumeiðing.
Men eiga vit ikki at vera samd um, at líka mikið hvørja áskoðan vit hava, eiga vit at halda fast um ta prinsipiellu høvuðsreglu, at minnilutar, sum vit vita og síggja eru hóttir, eiga at verða vardir, eisini slíkir, sum nøkur okkara hava eina kritiska støðu til?
Avbjóðingin
Eg komi her at hugsa um svenska rithøvundin Hjalmar Söderberg. Hann hevði, sum kanska summum kunnugt, eina sera kritiska støðu til kristindómin. Men tá ið Adolf Hitler fór at jagstra og drepa tey kristnu í Týsklandi, var hann, sum sannførdur humanistur, ein tann fyrsti til at tala at, skelkaður sum hann var inn at sálini. Líka so natúrligt átti tað at verið hjá føringum, eisini slíkum, ið privat hava eina atfinningarsama støðu til samkynd, at tryggja øllum hóttum minnilutum verju í lógini.
Men sæð í einum víðari perspektivi er hetta sjálvsagt ein spurningur um, hvørt okkara samfelag skal eiga megi til at lofta framtíðini. Eg kom einaferð á tal við ein bygdamann um støðuna hjá smáplássunum. Bygdin, helt hann fyri, er doyggjandi, av teirri orsøk at øll sum eiga í sær dugnaskap, driv, seiggi, skapan, fjølbroytni og tolsemi rýma til størri pláss, kanska útheimin. Eftir eru bara “ommurnar”, tey gomlu, rotnu seteplini.
Hetta er okkara avbjóðing. Skulu vit enda sum eitt samfelag av “ommum”, tómum eplahylkjum, ella skulu vit, sterk, brosandi og hugagóð, við felags virðing fyri fjølbroytni og ymiskleika, taka ímóti framtíðini. Skulu vit velja demokratiið og rættarsamfelagið, ella skulu vit velja at aka út í ta islamistisku hálkuna?