Nei, Hans Pauli Strøm, eingin ivi er um, at »dómarin« ella fólkið hevur sæð hetta frísparkið við hesi óvirðiligu og primitivu»tackling«.
Hans Pauli Strøm javnaðartingmaður, hevði í Sosialinum seinasta leygardag og í Dimmalætting týsdagin viðmerkingar til grein hjá mær í Dimmalætting undir heitinum »Vestmanna skúli, løgreglan og Javnaðarflokkurin«. Eg vísti á ábyrgdarleysan flokk, ein lóggevandi part, ið mótmælti virksemi løgreglunnar, tá hesir fyrimyndarliga virkaðu fyri lóg og landaskili. Greinin vísti annars á bakbit frá Vestmanna skúla í almennum fjølmiðlum á politiska myndugleikan, tí »ov lítil« peningur varð játtaður.
Onkur hevur sagt, at, »hjá politiskari andstøðu ræður um at leggja fót fyri stjórnina soleiðis, at veljarin sum dómari ikki leggur til merkis frísparkið«.
Eingin ivi er um, at Hans Pauli Strøm í svari sínum her veruliga er á tunnum ísi, og Javnaðar-flokkurin í hesum føri er gingin ov langt. ? Tað heldur føroyingurin vanliga eisini.
Tað er næsadjarvt ? við fullum seglum ? at fara út og billa fólki inn, at Javnaðarflokkurin er meira demokratiskur og frælsur enn Fólkaflokkurin, at javnaðarfólk hugsa meira demokratiskt enn fólkafloksfólk. ? Hvat er hetta fyri hugsunarháttur, og út frá hvørjum grundarlagi verður hetta sagt.
»Tale er sølv... Tavshed er underkastelse«
Frælsi og demokrati eru dýrt vunnin rættindi, men vit eiga minnast til, at tílík rættindi eiga at varðveitast bæði við viti og vísdómi, tí grundleggjandi er, at tey eru undir ábyrgd.
Vestmanna skúli hevur ikki bert rætt men skyldu til at úttala seg við sínar samstarvsfelagar, men at bakbíta politiska valdið í almennu fjølmiðlunum, tá er gingið ov langt. - Hetta hevur einki við frælsi og demokrati at gera.
Eg skal ikki døma um metingina hjá javnaðartingmanninum av privatum vinnulívi, sum eg var í í 21 ár, men eg las áhugaverda bók sum Knud Tholstrup, stjóri á Kosan-fyritøkuni skrivaði, har hann hevur áhugavert tema um frælsi og demokrati ? hann var eisini limur av fólkatinginum í Rets-forbundet . Út frá heitinum: »Tale er sølv...tavshed er underkastelse«, viðger hesin megnar vinnu-lívsmaður, sum mangir føroyingar kenna, hava siglt við og rósa, hvussu virðismikið demokratiið og frælsi er undir ábyrgd, og hvat frælsi veruliga er.
Frælsið er ikki skapt til krígsførslu, men til at tosa saman. Frælsi og demokrati er heldur ikki skapt til at »kroysta og aftur kroysta« pening frá skattgjaldaranum til sín sjálvs, og gerst hetta ikki, so kann almenni fjølmiðilin brúkast. ? Hetta er álvarsliga misskilt frælsi og ein ræðandi tendensur í tíðini, at einstaklingar halda seg hava rætt til at sleppa framat til at broyta viðurskifti á hægsta stað
? ofta tíanverri eggjaðir av almennu fjølmiðlunum.
Parlamentariskt demokrati er tvørturímóti grundað á rættin hjá tí einstaka at greiða atkvøðu.
Leggur mær onnur orð í munnin
Javnaðartingmaðurin skjýtur mær í skógvarnar, tá eg tosi um at »tað eigur at fáa avleiðingar«, at eg við hesum sigi, at »so eigur hon at fáa sekkin«. Hetta er at leggja mær orð, eg ikki havi sagt, í munnin, tí avleiðingar eg hugsi um her eru, at tílík fólk eiga at fáa eina ?alvorliga? rættleiðing og átalu, um nakað skil skal vera á stovnum okkara og á samfelagnum.
Eisini tá hann sigur, at: »Onki veit Jógvan um hennara politisku hugsanir ? men fyri hann er nóg mikið at vita, hvørjum hon er gift við!« og leggur hann síðani afturat: »Guð formbarmi seg«.
Ikki við einum orði er nevnt, hvørjum hon var gift við, men eg segði: »...hóast eg ikki visti hvør hetta umboðið var, og hvønn hon hoyrdi til«. ? Tað skuldi ikki serliga »musikalskt« oyra til at gera sær eina mynd av politiska álopinum. ?Allar flestu føroyingar duga at lesa »millum linjurnar«.
Í grein míni í Dimmalætting gjørdi eg vart við primitiva og óvirðiliga álopið frá lóggevandi Javnaðarflokkinum bæði í samband við Vestmanna skúla og álopið á løgregluna.
Heldur Jóannes Ejdesgaard enn Hans Pauli Strøm
At ein seriøsur og rættur løgtingsmaður - sum afturat er samfelagsfrøðingur - mótmælir grein míni, og heldur demokratiska legan í einum javnaðarfólki liggur hægri enn hjá einum fólkafloks-fólki, undrar meg ikki so lítið. Hinvegin var tað leiðari floksins Jóannes Ejdesgaard, hevði eg ikki hugsa so nógv um tað.
Áðrenn eg gevist, fari eg at vísa á stríðið í Gøteborg, har partamaður Hans Paula Strøm, Gøran Person, var illa heitin í samband við ES-fundin og vitjanina hjá USA forseta George W. Bush, har ófriðakroppar oyðiløgdu fyri einar 100 milliónir krónur og kendust vandamiklir.
Her var sanniliga »frælsi« fyri allar pengarnar.
Nei, Hans Pauli Strøm, eingin ivi er um, at »dómarin« - ella føroyska fólkið - hevur sæð hetta frísparkið við hesi óvirðiligu og primitivu »tackling«.