KJAK OG UPPLÝSING
Ein teirra, ið fer at røða á fundinum mikukvøldið, er lærarin, sálarfrøðingurin og rektarin á norðurlendska fólkaháskúlanum í Genève, John Steen Johansen, ið hevur verið í Føroyum seinastu vikuna og m.a. havat fundir við fakfeløgini um fólkaræði og upplýsing. Hann greiðir frá, at hann ætlar at halda ein fyrilestur, ið skal birta kjak hetta kvøldið.
John Steen Johansen sigur, at eftir at tey stóru norðurlondini hava gjørt sokallaðar stórar útgreiningar av valdinum og hvør hevur maktina í hesum londum, hevur verið hildið, at hetta kanska hevur verið heldur akademiskt og torskilt. Tí metir hann tað vera neyðugt, at kjakast verður um hetta.
M.a. nevnir hann bólkar sum t.d. eldri fólk, brekað og pensjónistar sum heild, ið kunnu verða við skerdan lut, har avgerðirnar skulu takast.
Í hesum sambandi er vert at nevna tað fína orðið “sosialkapitalur”, sum John Steen Johansen málber seg, ið merkir, at tilfeingi er at finna í øllum samfelagsbólkum.
- Samfelagið skal ikki útihýsa, men inkludera, sigur John Steen Johansen.
Koma ongantíð á mál
Fyrilestrahaldarin sigur, at vit verða ongantíð liður at viðgera demokrati, og sigur, at hvørt ættarlið skal taka sær fólkaræði.
- Um demokratiið skal rigga væl skal tað allatíðina seta spurnartekn við seg sjálvt, sigur John Sten Johansen
Í hesum sambandi nevnir hann Grønland, har mett verður, at teinurin til valdið verður longri hjá fleiri og fleiri fólkum, og at tað tykist alt meira, sum tað er ein lítil elita, ið tekur avgerðirnar. John Steen Johansen nevnir eisini kommunalendurskoðanina Í Danmark, har kommurnar eru nógv færri í dag, og tí verða tað færri og færri, ið umsita síni egnu fíggjarætlanir.
- Vit skulu ikki allatíðina taka støðu til landspolitisk mál, men eisini viðgera, um t.d. skulu hava eitt ungdómshús, sigur John Steen Johansen, ið vísir á, at hann heldur tað vera týdningarmikið, at ein kannar frá einum fólksligum sjónarhorni, hvussu fólkaræðið virkar.
Umframt John Steen Johansen fer Ingibjørg Berg, trivnaðarstjóri í Tórshavnar Býráð, at røða um demokratiska luttøku í Føroyum, og Jenny Lydersen og Olaus Jespersen úr Mentamálaráðnum fara at tosa um m.a. lívslanga læring. Hildur Patursson verður fundarstjóri.
-- -- --
FAKTA:
Mikukvøldið bjóða Demos 2007 Føroyar, sum er Upplýsingarfelagsskapur Verkamanna, Norðpluss-Vaksin, Mentamálaráðið, NLV og onnur til orðaskifti um, fólkaupplýsing,
fólkaræði og virknan medborgaraskap. Demosverkætlanin er íbirt av norðurlendsku makt- og demokratifrágreiðingunum og norðurlendsku fólkaupplýsingarsiðvenjuni við opnum og beinleiðis samrøðum um týdningarmikil evni.
MYNDATEKSTUR
John Steen Johansen, ið fer at viðgera demokrati í Miðlahúsinum mikukvøldið