Kommunurnar brúka somu skipan til teirra fíggjarætlanir, sum Fíggjarmálararáðið brúkar til landsfíggjarlógina, og tí eiga kommunurnar eisini at kunna leggja eina eins væl lýsta fíggjarætlan alment fram fyri borgararnar, og Fíggjarmálaráðið ger.
Tað heldur Eyðun Jakobsen, búskaparfrøðingur, ið hevur almenn fíggjarmál um hendi á Hagstovuni.
Tað undrar hann, at ein greidliga uppsett fíggjarætlan við frágreiðing ikki er almannakunngjørd fyri høvuðsstaðarkommununa enn, tó at býráðið í Tórshavnar Kommunu samtykti hana 28. november – fyri hálvari aðrari viku síðani.
Um ein dugir væl at leita, ber til at finna fíggjarætlanina á heimasíðuni hjá kommununi, men tað er bara sum gerðabókareferat, og eitt nýtt høvuðsyvirlit, har tær seinastu broytingarnar eru innroknaðar, er ikki við har.
Ikki nøktandi
- Eg fái snøgt onki sagt um fíggjarætlanina hjá Tórshavnar Kommunu fyri næsta ár bara út frá tí, sum fyriliggur eftir býráðsfundin. Har er ikki eingongd eitt dagført høvuðsyvirlit fyri sjálva 2014-fíggjarætlanina og als ongi tøl fyri í ár og undanfarin ár at samanbera við. Skalt tú sum borgari royna at skapa tær eitt yvirlit og gjøgnumskoða tølini, so mást tú fyrst gera eitt umfatandi kanningararbeiði við at leita onnur skjøl við samanberiligum tølum fram. Tað er ikki nøktandi, sigur Eyðun Jakobsen.
Av tí sama heldur hann tað eisini vera torført at fáa varhugan av nakrari veruligari viðgerð av fíggjarætlanini.
- Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar Kommunu fyri næsta ár er næstan 650 milliónir krónur. Tað eru sanniliga nógvir pengar. So tað er ein demokratiskur trupulleiki, at tað er so torført at finna út av, hví og hvussu raðfest verður, sigur Eyðun Jakobsen.
Afturlatnar kommunur
Í sínum arbeiði kann hann staðfesta, at kommunurnar generelt eru nógv meira afturlatnar enn Løgting og landsstýri.
- Kommunurnar eru sera afturlatnar og harvið ódemokratiskar. Har er Løgtingið frægari, sigur Eyðun Jakobsen og leggur afturat:
- Afturfyri eru kommunurnar sera dynamiskar. Tað er øgiliga stutt millum hugsan, avgerð og fremjan, og tað kann sjálvandi vera gott viðhvørt. Men tað ger tað ikki lættari at fylgja við.
Kommunala eftirlitið undir Almannaráðnum, sum umsitur kommunumál, skal hava eftirlit við, at kommunurnar umsita í samsvar við kommunulógina. Í tann mun serlógir eru galdandi, er tað viðkomandi aðalráð, ið umsitur málsøkið í landsstýrinum, sum hevur eftirlitið. Til dømis hevur Fíggjarmálaráðið eftirlit við fíggjarviðurskiftunum hjá kommununum.
- Men tað verða ikki gjørdar nakrar leypandi, nágreiniligar kanningar av virkseminum í einstøku kommununum. Tað sigi eg heldur ikki, at tað átti at veri í øllum lutum. Men tá tað kemur til fíggjarpartin, so kann tað kanska undra, at kommunurnar ikki eisini eru undir eftirliti av landsgrannskoðanini. Sjálvt um Tóshavnar Kommuna árliga brúkar meira enn 600 milliónir skattafíggjaðar krónur, so eru tað privatir, vinnuligir grannskoðarar, ið grannskoða roknskapin, staðfestir Eyðun Jakobsen.