Den Danske Bank hevur fingið av at vita seinastu tveir dagarnar. Orsøkin er sjálvsagt frágreiðingin hjá bankakanningarnevndini sum sigur, at leikluturin hjá Den Danske Bank í sambandi við partabrævaumbýti ikki var heilt »eftir bókini«.
Peter Straarup, stjóri í Den Danske Bank, hevur í kvøld luttikið í sjónvarpstíðindasending hjá Danmarks Radio. Har segði hann, at kann tað prógvast, at tað er eitt tap uppá hvønn einkultan kunda, sum er størri í Føroya Banka enn í Sjóvinnubankanum, so vil Den Danske Bank endurrinda hetta tapið.
Eisini sigur hann, at tann nógv umtalaða hondskrivaða fundarfrágreiðingin hjá Sigurdi Poulsen, frá fundinum tann 17. marts 1993, »blev tiltrådt af alle deltagere«. Hóast hetta varð endaliga fundarfrágreiðingin broytt. Tí hann pástendur, at hann ongantíð hevur sagt tað, at Føroya Banki ikki fór at mangla kapital seinni.
Tað hevur verið tosað nógv um framferðina hjá Den Danske Bank. Per Stig Møller, formaður í Konservativa flokkinum, samanlíknaði bankasøluna við, at selja eitt hús, sum er fult av svampi. Til hetta sigur Peter Straarup, at teir hildu, at bankarnir vóru í sama standi, tá partabrøvini vórðu umbýtt. Eisini Fíggjareftirlitið hevði ta fatan, at bankarnir vóru í sama standi, sigur Peter Straarup í kvøld.
Peter Straarup heldur ikki, at frágreiðingin plaserar nakrar ábyrgd hjá Den Danske Bank.
Den Danske Bank er ógvuliga sjálvkritiskur, men aftaná at hava lisið alla frágreiðingina, onki funnið sum vit kunnu kritisera okkum sjálvar fyri, segði Peter Straarup.
Men okkum dámar ikki, at bankin kemur í ringt av hesum, og tí lata vit hurðina upp, soleiðis at er tað eitt tap uppá kundarnar í Føroya Banka sum er størri enn tapið uppá kundarnar í Sjóvinnubankanum, so eru vit til reiðar tosað um tað, segði Peter Straarup.
Í hesum sambandi nevndi hann eitt tal uppá 200 til 250 milliónir. Men hvussu nógv leggjast skal í tað.
Í sambandi við frágreiðingina frá bankakanningarnevndini, hevur
Den Danske Bank arbeitt alt vikuskifti, fyri at lesa og seta seg inn í frágreiðingina. Í morgin sendir Den Danske Bank út eina frágreiðing, sum er teirra svar í málinum um partabrævaumbýti í teimum føroysku bankunum. Har verður m.a. nevnt, at bankin er sinnaður at tosa um endurgjald.