Yvirskriftin á forsíðuni er ”Den eneste bøsse på Færøerne”, og staðfest verður, at í Føroyum er loyvt at hótta, spotta og niðurgera samkynd.
Forsíðugreinin tekur støði í einum átjan ára gomlum samkyndum dreingi, sum sambært Politiken er annar av tveimum samkyndum mannfólkum í Føroyum, sum alment viðganga, at teir eru samkyndir. Síðani verða brot úr tí mangan bonska kjakinum um samkynd endugivið. M.a verður løgtingsmaðurin Jenis av Rana endurgivin fyri at siga, at ”I det Ny Testamente står der kort og godt, at homoseksuelle ikke kan arve Guds rige”.