DER UNTERGANG

tórbjørn jacobsen
______

Fái ikki verið annað enn samdur við øllum heimsins ummælarum um, at filmurin "Der Untergang", lýsingin av endaligu samansøkkingini hjá nazistunum og despotinum Adolf Hitler, er frágerða væl frágingin. Tað var sjónligt, at sterku myndirnar ávirkaðu ikki sørt áskoðararnar hetta kvøldið í Havnar Bio. Táið Magda Goebbels leskaði børnini við doyvingarevnum áðrenn hon knústi cyankalium kapslarnar ímillum tenninar á teimum og drap tey. Reyði herurin stóð 20 tímar eystanfyri Berlin og naziman stóð frammanfyri sínum endaliga falli. Dreymurin hjá manni hennara og øðrum var syndraður og skolaður út í rúkandi toftunum. Hitler gekk har sum eitt lavandi ringvrak í bunkaranum og táið jarnkrossar vóru hongdir í reversið á 12 ára gomlu Jugend-dreingjunum, teir einastu sum tá áttu dirvið at stríðast í gøtubardøgunum og barnsligu vónina um, at hendan sjúka skipanin fór at yvirliva, var tað ikki sørt, at tað kveikti fjálg hugasambond aftur til hendingarnar táið undirbrotligu fólkafloksmenninir komu trampandi niður ígjøgnum landgangin á "Dannebrog", við hvør sínum krossi, ið verður latin sum "Hæderstegn for God Tjeneste for den danske stat". Tað sum serliga hvesti eyguni hendan dagin var, at fyrrverandi fullveldismartýrurin, Anfinn Kallsberg, hevði givið skarvin yvir, hevði repað falkin, sum íslendingar góvu honum, táið teir helst kendu seg sannførdar um, at hann varð maðurin, ið skuldi skipa føroysku tjóðina sum ein sjálvstøðugan stat.
Veikar skipanir halda ikki tørn mótvegis umstøðunum. Tí ísakalda veruleikanum. So serliga væl lýst í omanfyrinevndu kykmynd, táið tað, ið var ætlað sum ein heimsdráttur, eitt jarðiskt túsundáraríkið, krakeleraði totalt. Heimastýrislógin man vera lítið mætari. Hon krakeleraði fyrst í nítiárunum. Sárini liggja goymd í sálunum á teimum 7000 føroyingunum, ið valfartaðu út av landinum av svongd og trega. Øllum teimum lúsingunum tey eftirverandi skuldu slíta seg ígjøgnum. Rúkandi vinnutoftum. Eftir politiskt dugna- og atgerðarloysi og eitt búskaparligt statskvett - fyriskipað úr stjórnarstovunum í Keypmannahavn.
Nationalstaturin er frægasta amboðið, ið finst at stjórna eini tjóð við. Tað eru menn yvirhøvur samdir um. Politologarnir eisini. Karmarnir eru greiðir. Skyldur og ábyrgdir fylgjast. Inneftir og úteftir. Men sjálvsagt krevur hetta, at tey, ið verða vald og átaka sær leiklutin at stjórna samfelagnum hava dirvið og mátt til at handla soleiðis, at vælferð fólksins er tryggjað, eisini yvir longri tíðarhvarv. Føroyski nationalstaturin, ið varð ætlaður í samgonguskjalinum frá 1998, varð svikin. Politiska trælalógin - heimastýrislógin - fekk eftirgjørdan andadrátt, og nú hómast konturarnir aftur av beinu kósini útav búskaparligu eggini. Og hvørji eru so ráðini hjá borgarligu sambandssamgonguni, nú støðan gerst meira og meira desperat, annað ári teir sita við valdinum úti í Tinganesi - undir javnaðarleiðslu?
Vinnumálaráðharrin sigur seg ongan vinnupolitikk hava kunna rikið hesi seinastu seks árini, tí ongin orðaður vinnupolitikkur hevur verið, og vit mega bara vóna tað besta, nú fráboðað er, at hann verður varpaður upp í heyst. Trupult er at fáa eygu á øll hjólini, sum skuldu fara at mala, eftir at tað frægara slagið varð lívgað í skattarokningini og so allar útgjarðingar, smærri og størri, sum ongin dekningur hevur verið fyri á inntøkusíðuni. Hóttafall er á finansunum.
Eftir at tær báðar samgongurnar, sum Tjóðveldisflokkurin var partur av, og stórsti flokkur í, í seks ár komu undan við yvirskoti á fíggjarlógini, øll árini frá 1998 til og við 2004, kom stígur í beinanvegin, táið hendan samgongan, við ongum málið og miði, settist úti við radiatorarnar í Tinganesi. Hall fyrsta árið. Hall annað árið. Og ábendingar frá vælvitandi keldum vita at siga, at fíggjarlógaruppskotið, sum Bárður Nielsen nú situr og fiflast við úti í Albert Hall, líkist einum sorgarleiki. So stórum, at maðurin ikki veit síni livandi ráð. Kanska var tað tí, at vágatingmaðurin, Marjus Dam, var bílagdur, at lansera hugskotið um at hækka ríkisveitingina aftur í Sosialinum í gjár. Eftir at allar sparingar eru royndar, áðrenn skattalættin hjá Fólkaflokkinum er innroknaður og fyri at ein eventuellur lønarvøkstur er tikin inn í uppskotið, vísur botnlinjan eitt hall á 476 milliónir krónur.
Frammanundan tí hava teir tikið so rívan til í likviditetinum hjá landskassanum, at sambært uppgerðini hjá Landsbankanum fyri mai mánað, er gjaldførið nú 209 milliónir lakari enn tað, sum er ásett um hesi viðurskifti í løgtingslóg nr. 31 frá 21 februar 1995 - um landskassans innlán og lán í landsbankanum. §2 tilskilar at: Landsstýrinum verður álagt landskassans vegna, at hava innlán í Landsbankanum, sum í minsta lagi svara til 15% av bruttotjóðarúrtøkuni í undanfarna ári. Sambært heimasíðuni hjá Landsbankanum átti minsta innlánið nú at verið 1500 milliónir krónur. Har standa bara 1291 milliónir krónur í mai mánaða. Tvs., at gjaldføri longu nú er 209 milliónir krónur lakari enn tað skuldi verið sambært lóg. Ímeðan situr landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og snikkar til eitt fíggjarlógaruppskot fyri 2006, sum helst fer at hava eitt hall á 600 milliónir krónur táið avtornar. Táið skattalættin og lønarvøksturin er ítaldur. Samstundis tykist ráðaloysi at valda. Vinnan bløðir út, tey eldru missa síni rættindi og ímeðan landið er í undantaksstøðu letur løgmaður politisku novisuna, Bjarna Djurholm, sleppa at spæla hard guy og stupid muscelman í verkfalsmálinum. Her væntaði bara, at løgmaður keypti ein grulvigarð við rimaverki, áðrenn hann flutti niður til Frederiksværk, fyri at vinna sær megi og mátt eftir drúgvu drotningavitjanina. Ímeðan hann rindar møðina valdi hann tó at viðmerkja eina veljarakanning, sum gevur javnaðarflokkinum stóra framgongd, paradoksalt at hann í sama vifangi onga viðmerking hevði til ringu støðuna landið er komið í - av einum lemjandi verkfall.
Kanska dubbar hann seg til tað mest høgravíðgongdu Ólasøkurøðuna, sum nakar løgmaður ferð at hava hildið nakrantíð. Tey flestu minnast aftur á, táið tingmanningin hjá Javnaðarflokkinum rýmdi av Tingi, nakað eftir at aðalorðaskiftið um høgravenda Caragataálitið var byrjað. Nú fer Jóannes Eidesgaard at yvirhála Patrick Cargata høgrumegin. Ikki av hugsjónarligum orsøkum. Ikki av samfelagsgagnligum orsøkum. Men eittans fyri at fíggja límið á løgmanstaburettini, fer hann at mæla til, at flestu landsins ognir verða seldar í stundini.
Ráðaloysi er fullkomið og nú skula almennu vinnufeløgini og fíggjarstovnarnir seljast í óðum verkum. Stundir vera ikki so frætt, sum til at skifta orð um hvat gagnligast er fyri samfelagið. Føroya Banki, Húsalánsgrunnurin og Lív skula seljast. Atlantic Airways skal seljast áðrenn man hevur gjørt sær greitt hvussu infrastruktururin loftvegis ímillum Føroyar og umheimin skal skipast. Og hvør ætlanin er við FøroyaTele og undirstøðukervinum í telesamskiftinum munna tey fægstu, ella ongin, hava fingið greiðu á. Her er ongin strategi at hóma, bara konturarnir av okurskallum, ið ætla at fíggja ein hopleysan samfelagsrakstur við avkastinum av realiseraðu aktivunum. Soleiðis, at teir kunna sita tryggir og umsita politiskt niðurbundnu donsku ognina hetta valskeiðið á tamb. Og lata eina tóma tæðu til teirra, ið hætta sær at taka yvir, táið svartasta skeiðið í Føroya søgu einaferð verður av.
Sambært samgonguskjalinum er ætlanin at brúka vinningin av omanfyrinevndu sølum til at gjalda niður almennu skuldina og alternativt, at konsolidera samfelagið við hesum avkasti. Kynið í kapitali er nú einaferð soleiðis háttað, at hann oftast fer um, har garðurin er lægstur. Tí er ongin ivingur um, at sølan av arvasilvurinum, fer at vera brúkt í royndini at styrkja ein alsamt viknandi likviditet, at styrkja ein fjarandi landskassa, sum skal fíggja ein skilaleysan, hopleysan og óskipaðan rakstur av samfelagnum. Hesin politikkur sleppur somuleiðis ríkistrællunum undan at reka ein vinnupolitikk sum mennir inntøkusíðuna og tekur eisini alla motivitatión burtur í rationaliseringini av samfelagsbygnaðinum. At syfta eingangsinntøkur úr sølu av aktivum yvir í hallgevandi rakstur man vera ringasti óskikkur í fíggjarpolitikki yvirhøvur. Hetta verður ikki øðrvísi, enn táið kellingin kastaði sær av vatninum og fløvi var í hosunum eina skamma stund. Sum búskapar- og fíggjarpolitikkurin vendir í løtuni, ber illa til at síggja aðra kós enn hana, ið gongur snórabeint ímóti avgrundini.
Nú heldur onkur kanska, at hetta skal skiljast sum um, at Tjóðveldisflokkurin er ímóti, at donsku kreppuloysnirnar frá nítiárunum verða avriggaðar. So er ikki. Tvørturímóti. Vit eru fyri, at almennu vinnufyritøkurnar og fíggjarstovnarnir verða seldar ella privatiseraðar, men skil skal vera í, tí hava vit frá fyrsta degi mælt til, at tað í hesum sambandi verður settur á stovn ein búskapargrunnur, ið hevur til endamáls, at hýsa inntøkunum frá almennu søluni og at konsolidera samfelagið inn í framtíðina. Grunnurin skal í lógaráseting vera leysur av samfelagsrakstrinum og harvið landskassanum. Tað skal vera ómøguligt hjá skiftandi landsstýrum at søkja at honum, fyri at fíggja politiskt skila- og atgerðarloysi. Tí fer flokkurin at leggja uppskot fram í komandi tingsetu, um Búskapargrunn Føroya, og vit fara staðiliga at mæla til, at ongin handil verður gjørdur av, um landsins ognir, fyrrenn hesi viðurskifti eru komin í eina fasta legu. Alt annað er vitloysi og ein dáragerð ímóti ættarliðunum, sum eiga framtíðina.
Samfelagið er á vandakós. Vend skuldi koma í, og tað má av røttum sigast, at vend kom í, men ikki til tað betra. Frá seks fylgjandi yvirskotsgevandi fíggjarlógum er negativi fíggjarspiralurin í fer við at draga føroysku samfelagsskútuna til botns. Borgarliga sambandssamgongan kann sóla sær í nakrar vikur afturat við at fíggja hallið við høgravenda konseptinum, sum Jóannes Eidesgaard fer at lansera á Ólavsøku, men gleðin verður stokkut, og hon verður bara teirra og ikki fólksins.
Føroyingurin, og serliga føroyskir politikkarar, eru væl betri útstýrdir við Struthio camelus syndrominum, enn flestu onnur fólk í heimi. Løgmaður fabulerar um okkurt sum skal henda um tíggju ár - í 2015. Symptomatiskt fyri fólk sum ikki hava dirvið til at taka tungar avgerðir í tíðini tey liva í. Ábyrgdarflýggjan. Konfliktskýggjan. Dagdroymarí. Kaj Leo sigur, at javnvág verður á fíggjarlógini áðrenn 2008. Annaðhvørt hevur hann drukkið eddike ella hevur hann svølgt einum sjeytumma. Tí við verandi gongd og rikna politikkinum kunna dreymarnir hjá sambandsoddvitanum bara realiserast um almennu aktivini enda inni í hallgevandi rakstrinum av samfelagnum ella um uppskotið hjá Marjusi Dam verður veruleiki, um at hækka ríkisveitingina, áðrenn teir hava slokt botnin á landskassanum. Fogh Rasmussen hevur valla nakað ímóti hesum seinasta uppskotinum, nú tað eydnaðist honum at binda hesar viljaleysu menninar niður í politisku telvingini í vár. At pumpa nakrar hundrað milliónir krónur árliga inn í føroyska peningarenslið aftur, afturfyri føroyska máttloysi, persónifiserað í Jóannesi Eidesgaard, tað spælir onga rollu fyri danska búskapin. Fyri danir snýr hetta seg bara um ognir og vald og onki annað.
Sleppur hendan samgongan at halda fram, sleppur heimastýrislógin framhaldandi at vera politiskur og stjórnarskipanarkarmur um tað føroysku tjóðini, so bera vit ikki boðini hesaferð heldur. Líkist merkiliga nógv kensluni ein fekk, av ráðaloysinum hjá teimum, sum høvdu forskansað seg í bunkaranum í Berlin, seinastu dagarnar áðrenn valdið var roytt úr hondunum á brúnu hógvunum, ið høvdu volt so nógvan trega í allari Europu, fyri ikki at siga í øllum heiminum. Einasti munurin var kanska, at kropsburðurin var meira bragdligur á hesum heilatváttu Jugend-dreingjunum, táið teir á fallrepinum fingu jarnkrossarnar fyri dirvið, eftir at hava søkt at sovjetisku tanksunum, við molotov-cocktails og granatvarparum, enn á Anfinni og Bjarne, táið teir høvdu yvirgivið seg og komu bendir, boygdir og skutlandi í land aftur av "Dannebrog", eftir at hava tikið ímóti riddarsløgunum frá ríkisdrottinum og heiðursmerkjunum fyri at hava útint eina góða tænastu fyri hin danska statin.
Tað finst bara ein gongd leið burturúr hesum moradsinum, og óneyðugt skuldi verið at sagt lesaranum, hvør ið hon er. At Tjóðveldisflokkurin kemur aftur í landsins stýrið, og fær framt verkið, at skipa hin føroyska statin. Alt annað leiðir til undirgang.