Livdu sum flóttarfólk
- Hetta hevur verið ein ræðulig tíð, og Gud viti, um børnini sleppa uttan mein burtur úr hesum, sigur Hans Eiler Hammer
Ein svár tíð hjá sóknarprestinum Hans Eiler Hammer og familju hansara er av. Hans Eiler Hammer upplivdi sum sóknarprestur í Berlevaag í Noregi at vera skuldsettur fyri at hava sent ónærisligt sms til dóttrina. Nú eru næstan allar skuldsetingar tiknar aftur. Løgreglan er komin til, at har er ikki grundarlag fyri at reisa ákæru og vil geva Hans Eiler Hammer eina bót. Eina bót, sum hann undir ongum umstøðum fer at góðtaka, tí ákæruvaldið hevur ikki nakað prógv í málinum. Tí endar málið í rættinum.
- Hetta hevur verið ein ræðulig tíð, og Gud viti, um børnini sleppa uttan mein burtur úr hesum, sigur presturin. Hann mælir samstundis fjøðlmiðlunum í Føroyum til at geva teimum frið, soleiðis at tey kunnu byrja av nýggjum. Børnini hava brúk fyri stuðli og umsorgan og ikki almennari umtalu, sum skaðar meir enn hon gagnar.
Ein ræðulig tíð
Hans Eiler Hammer sigur, at tað var ein ræðulig tíð, tá ið børnini vóru frátikin teimum. Tey kundu fara til bygdina, har børnini vóru og vera saman við teimum ein dag av og á.
- Vit livdu tá næstan sum flóttafólk, feraðust aftur og fram og hildu nógv til í eini smáttu, sum vit eiga uppi í fjøllunum.
Rættarskipanin í Noregi er ikki tann sama sum okkara.
Málið kom fyrst fyri í eini fylkisnevnd, sum í fyrsta umfari gav barnaverndini viðhald. Nevndin segði, at foreldrini vóru so illa fyri, at tey ikki vóru før fyri at taka sær av børnunum.
Aðru ferð kom fylkisnevndin til heilt aðra niðurstøðu. Barnaverndin fekk av at vita, tí hon hevði ikki heimild til at taka børnini, segði fylkisnevndin.
Annars setti barnaverndin ein serkønan sálarfrøðing at tosa við familjuna, og hesin sálarfrøðingur helt ikki grundarlag vera fyri at taka børnini frá foreldrunum.
- Hon skrivaði eisini, at hon sjáldan hevði sæð so stóran kærleika millum børn og foreldur, og at elsta gentan als ikki mátti fara burtur frá foreldrunum, sigur Hans Eiler Hammer.
Framtíðin óviss
Kirkjuráðið í Berlevaag hevur saman við tí kirkjuligu leiðlsuni biðið hann um at halda fram sum prestur í Nord Hålogaland bispadømi, men nú hevur hann tikið endaliga støðu um at flyta heim og hevur tí sagt seg úr starvi og hevur enntá fingið besta skoðsmál frá sínum núverandi arbeiðsgevara. Familjan vil helst vera í Føroyum.
Hans Eiler Hammer hevur ikki hug í løtuni at søkja nakað prestaembæti aftur í Føroyum.
- Nú eg komi heim aftur, fari eg fyrst og fremst at hava ein langa feriu og halda jól saman við familjuni fyri fyrstu ferð í 13 ár uttan at skula til arbeiðis. Annars fari eg væntandi at gera okkurt heilt annað, sigur hann. Eg vóni í øllum førum ikki, at hetta málið skal forða mær í at fáa eitt starv í Føroyum, nú eg komi heim aftur, tí bæði útbúgving, royndir og skoðsmál eru góðar sigur Hans Eiler Hammer.
**
Vilja hava fría rúsdrekkasølu
Stendur tað til vanliga føroyingin, skal Rúsan avtakast, og ístaðin skulu vit hava fría rúsdrekkasølu í Føroyum. Tað vísir ein nýggj kanning, sum Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning hevur gjørt fyri Sosialin. Kanningin vísir, at 59,9% av føroyingum vilja hava fría rúsdrekkasølu. Harafturat eru 11,6% av fólkinum, sum onga avgjørda meining hava um tað, tí tey siga, at tey eru hvørki samd ella ósamd. Sostatt eru tað bara 28,5% av fólkinum, sum beinleiðis siga, at tey eru ímóti eini fríari rúsdrekkasølu.
700 mistu arbeiðið
Desember mánaði var ikki meira enn byrjaður, tá ið Føroya Fiskavirking fór á heysin. Tað hevði við sær, at nógv hundrað fólk mistu arbeiðið. 500 og 700 fólk vóru knýtt at flakavirkjunum hjá Faroe Seafood. 100-120 mans vóru knýttir at skipunum, umleið 25 fólk at landingarmiðstøðini Kongshavn – og eini 12 fólk vóru knýtt at virksemi hjá samtakinum uttanlands.
Feløg, sum áttu meiri enn 5% í Faroe Seafood samtakinum, vóru: P/F Notio Framtaksfelag (48,5%)?, Vátryggingarfélag Íslands hf (19%)?, Framtak (17,5%)? og Sp/f 29.03.2006 (7,5%).
Úthurð fyri eina millión
Tað ljóðar sum rættiligt oyðsl, ikki minst í tíðum sum hesum. Men ein nýggj úthurð fyri 900.000 krónur til bygningin hjá Fíggjarmálaráðnum á Argjum er akkurát tað, sum Jóannes Eidesgaard vil hava. Hann hevur biðið Løgtingið um at samtykkja, at hann fær pengarnar. Og á tingfundi samtykti samgongan í Løgtinginum so at ganga umbønini á møti. Orsøkin til, at tað er neyðugt við nýggjari úthurð í Fíggjarmálaráðnum, er, at á ávísum ættum er so nógvur gjóstur ígjøgnum alt ráðið, at tey siga, at tað er ikki inniverandi.
Eiga nógv børn
Ongastaðni í Europa eiga kvinnurnar so nógv børn, sum føroysku kvinnurnar gera. Í fjør vóru 618 børn fødd í føroyum, og hóast talið er nakað lægri, enn tað hevur verið, er tað framvegis høgt í europeiskum samanhangi. Í føðidugnaliga aldrinum eiga føroyskar kvinnur 2,3 børn í miðal, og hetta er hægsta talið í øllum Europa.
***
Tað finst eingin króna, sum ikki kemur onkustaðni frá. At samráðast um ein sáttmála við lønarhækkan, merkir at onkur skal rinda.
Landsstýrismaðurin Jørgen Niclasen um sáttmálasamráðingarnar
Føroyskar kvinnur eru nógvar ferðir fríari enn mannfólkini, og eg fái nógvar fyrispurningar frá kvinnum, sum vilja hava ráð og vegleðing.
Elin í Stórustovu, sexologur