Desember: Eg fór í panikk

18 ára gamli Sámal F. Bláhamar hevði bara havt koyrikort í ein góðan mánað, tá ið hann sunnunáttina 2. desember saman við tveimum gentum koyrdi á sjógv í bili á Strondum. Hálkukoyring átti at verið partur av ferðslufrálæruni, sigur hann

Nógvar ferðsluvanlukkur hava verið í Føroyum, og í fleiri førum hava tað verið blaðung fólk, sum hava latið lív. Trý ung fólk eru takksom fyri, at tey øll komu livandi frá einum ferðsluóhappi á Strondum sunnunáttina 2. desember.

- Tað er heilt vist, at ein hægri hond hevur hildið hondina yvir okkum, sigur Sámal F. Bláhamar, sum koyrdi bilin hesa ólukku náttina.

Hann gongur á kokkaskúla í Klaksvík, og av tí at foreldrini vóru farin av landinum, var hann tað vikuskiftið og feraðist hjá ommuni og abbanum á Strondum. Og hann hevði bil teirra, ein Nissan Qashqai. Um kvøldið fóru hann og ein genta ein biltúr og koyrdu Skálafjørðin upp og niður. Nakað seinni kom ein vinkona teirra aftur frá jólaborðhaldi á Viðareiði, og tey fóru eftir henni, tá ið hon var komin aftur við bussinum.

Tey koyrdu eina løtu runt á Strondum, har væl var grivið og gott at koyra.


Spældi við bilinum

Hann hevði spælt sær eina løtu við bilinum í kavanum, og so fekk hann hug at fara oman á bryggjuna at spæla, tí økið var so stórt. Ferðin var ikki meira enn 40-59 km um tíman.

- Tað kom púra óvart a meg, at har var gler. Eg royndi at venda og bremsa, og tað skal man barasta ikki gera. Men panikkur kom á meg, sigur Sámal F. Bláhamar.

Bryggjukanturin var ikki nóg høgur til at steðga bilinum, sum fór á sjógv.

Sámal og Erla sótu framman í bilinum, og tað eydnaðist teimum ikki at fáa hurðarnar framman upp, tí trýstið av sjónum var so stórt.

Men tað, sum bjargaði teimum var, at Óluva, sum sat aftan, tilvitað ella ótilvitað hevur koyrt hurðina upp, áðrenn aftari endi á bilinum fór undir.

Tað gingu nøkur frá sekund, so vóru øll sloppin út úr bilinum. Óluva var so rólig, at hon fór inn aftur í bilinum eftir eini tasku.

- Var bilurin endaður á takinum ella á síðuni, hevði verið verri vorðið.

Bilurin lá einar fimm metrar úr landi, og tey trú svumu inn móti bryggjuni.

- Tá vóru góð ráð dýr, tí tað vóru minst tveir metrar upp, og har var eingin stigi ella nakað. Og so var tað myrkt, bara ein lyktapeli á bryggjuni, sigur Sámal F. Bláhamar.

Hann sá sum einasta møguleika at vera at klúgva upp á eitt lastbiladekk, sum hekk við bryggjuna. Tað eydnaðist, men genturnar vóru ikki mentar at gera tað sama, so vátar og tungar í sjónum, sum tær vóru. Tað eydnaðist hon at hála fyrst aðra og so hina gentuna upp, og tær kluvu so víðari upp á bryggjuna.

- Fleiri hava spurt okkum, um vit ikki vóru køld. Nei, vit føldu ongan kulda, helst tí vit vóru so skelkað.

Telefonir teirra virkaði ikki, so tey fingu ikki givið boð frá sær. Tey fóru tí til gongu niðan móti bygdini.

Av tilvild kom ein maður í bili koyrandi, og tey steðgaðu honum. Seinni fóru tey so á Landssjúkrahúsið til kanningar.


Takksamur

Sámal F. Bláhamar sigur, at enn hevur hann ikki havt trupulleikar av hendingini. Hann hevur ongantíð havt marruna ella nakað, men tað kann koma enn. Men hann hugsar nógv um tað.

- Eg eri so takksamur, hugsi nógv meira um lívið nú og dugi betur at virðismeta tað.

Tað hevur eisini gjørt væl, at hann og 16 ára gomlu vinkonurnar Erla og Óluva hava tosað nógv saman um tað, sum hendi.

- Tað er heilt vist, at bandið okkara millum er nógv styrkt.

Sámal er somuleiðis takksamur fyri alla ta hjálp, sum tey hava fingið, og hann takkar øllum, sum hava hugsað um tey og nógva stuðlinum frá skyldfólki og vinfólki.

Hann hevur sitið við róðrið í bili aftur, men hugurin at koyra er ikki tann sami. Hann sigur, at hann ongantíð hevur koyrt skjótt, og tað ger hann als ikki nú.

- Nú koyri eg næstan sunnudagskoyring, sigur hann.


***


Viðgera fyri fiti í Føroyum

Nógvir føroyingar hava seinastu árini verið uttanlands og fingið gastic bypass ella gastic banding.

Men nú hevur Landssjúkrahúsið tikið á seg at gera hesar viðgerðir í Føroyum. Herfyri fingu tíggju fólk gastric bypass á Landssjúkrahúsinum, og hildið verður fram næsta ár, men nær tað verður, er ikki ásett enn.

- Tað gekk væl, sigur Eyðfinn Olsen, yvirlækni á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum. Hann stendur fyri skurðviðgerðunum.

Tey tíggju fólkini, sum fingu gastric bypass á Landssjúkrahúsinum í seinastu viku, høvdu øll BMI oman fyri 40, og tey vigaðu 120-130 kilo



Airbus í jólafrí

Nýggja Airbus-flogfarið hjá Atlantsflogi fekk fyrst í desember mánaði ein minni skaða á flogvøllinum í Kastrup, tá ið ein vognur, sum varð brúktur at lasa flogfarið, rendi á flogfarið. Airbus-flogfar hevur í desember verið kannað og umvælt, og tað kom illa við hjá Atlantsflogi, tí hetta er háárstíð fyri flúgving, og tí máttu fleiri nýggjar frá ferðir setast inn við teimum smærru flogførunum hjá felagnum.

Strangari vápnalóg

Nú skal vápnalógin herðast, so at tað verður strangari hjá teimum, sum keypa og eiga byrsu.

- Byrsa er eitt vandamikið vápn eg eg haldi, at tað er rætt, at vit skipa viðurskiftini rundan um tað at keypa og eiga skotvápn betri, sigur landsstýrismaðurin Kári P. Højgaard.

Í nógv ár hava politikarar tosað um at herða vápnalógina, men tað hevur víst seg at vera ómetaliga torført at fáa eina nýggja vápnalóg. Sostatt er hetta eitt øki, sum enn er fullkomiliga óskipað men nú ætlar hann at leggja uppskot fyri Løgtingið í hesi tingsetuni, sum endar á ólavsøku.


****



- Fólk eru einastandandi blíð og fyrikomandi. Hýrurin er góður, bæði tá ið tey fara í býin um vikuskiftið og heim aftur. Tað er upp til hýruvognsføraran sjálvan at fáa gott lag í bilinum. Er hýruvognsførarin væl hýrdur, so eru hini í bilinum tað eisini.

Birni Joensen, hýruvognsførari


-At bøta um kjakmentanina er neyðugt, at útbúgvin fólk luttaka. Tey hava nógv at geva orðaskiftinum. Tað er ofta ein spurningur um at vilja. Fólk við drúgvari útbúgving mugu ikki smæðast, men geva sína vitan víðari

Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur og rithøvundur