Foreldur
Skulu vit ikki eftirkanna okkum sjálvi sum foreldur í hesum føri. Hvønn førning hava børnini fingið við sær í skúlan? Hvat tíð seta vit av til tey, tá tey koma heim aftur?
Vit, ið fingu børn báðumegin pisa árgangirnar, eru ikki vaksin upp á moldgólvi; eru heldur telduforeldrini. Saman við børnunum kom teldan í heimini – børn og teldan vuksu upp saman.
Flestu foreldur koma altíð at seta sær spurningin ”hava vit gjørt nokk fyri at hjálpa børnunum ávegis?”. Heimaparturin av skúlagongdini, lesing, rokning, skriving og almenna vitan skal eisini finnast í heiminum. Viðvíkjandi teldu er tað í flestu førum eggið, ið lærir hønuna.
At vekta børn klók og minni klók er sera óheppið. Evnini skapt av umhvørvinum eru ymisk, eins væl og føroyska samfelagið er ymiskt frá øðrum.
Føroyska skúlaverkið
Kom at tosa við mammu at hálvvaksnum børnum, ið farin var at lesa pædagogi, um hví hon var farin. Hetta var av tí einfaldu orsøk at verja um børnini, ið klára seg væl; tey fáa onga avbjóðing í skúlanum.
Hetta er júst vandamálið við at hava ein skúla fyri øll og onki meira. Ferðin verður og er dead slow. Ein skipan, ið ikki megnar at fáa tann minni áhugaða fram, men egnar seg væl at tálma tí egnaða og áhugaða. Hetta var júst niðurstøðan av Pisa kanningini. Tað er her broyting eigur til, so øll fáa eina avbjóðing, um tað so skal eita, við hjálp frá serlærara ella við at bólka flokkin.
Persónliga haldi eg, at tvungin skúlagongd til 9. flokk er skeiv. Umhvørvið hjá børninum er so ymiskt her hjá okkum. Tað eru børn, ið eru deydatroytt av skúla tá 7 ár eru farin. Tað er so nógv annað, ið dregur. Hesi børn høvdu fingið gott av at sloppið út. Bæði børn, foreldur og undirvísingin høvdu vunnið.
Hinvegin renna tey høvdið ímóti og síggja, at valið ikki var rætt, skuldi eitt eitt-ára skeið í einum 11. flokki tryggjað teimum atgongd til miðnámsskúla.
Føroyska samfelagið
Samfelagið er eisini dumpað. Klók foreldur fáa klók børn. Havi ikki hoyrt so galið. Av øllum foreldrum, ið fingu børn í 1989 og 1990 eru bert 3 klók, sambært Pisa. Nú er galið, er tað innavl ella er tað grindin, vit eta?.
Kongafamiljurnar í grannalondunum eta ikki grind. Hinvegin hava nógv giftarmál verið teirra millum, so kanska oyrini á onkrum eru í landnyrðing og útsynning. Tær hava loyst vandan við at loyva nýggjum blóði inn í familjunar. Vit kundu gjørt tað sama, og skunda undir eina alt ov seina útlendingalóg. Kanska tað kundi hjálpt uppá arbeiðsmegina og Pisa um nøkur ár.
Ikki so gali kortini
Samfelagið á gosi um pengar og pengar. Endurútbúgvingar, hækkan av tímatali, bachelor útbúgvingar o.a.m. Alt er gott, men loysir ikki neyvan alt. Høvdu lærarar og næmingar vitað, hvønn rumbul kanningin fekk, hevdi úrslitið helst verið eitt annað. Men tað varpar hóast alt ljós á skúlaverkið.
Barnið hevur eitt reint og óspilt náttúruvit, um tað er føtt í Finnlandi ella Føroyum. Ein góð heild frá heimi, stovni og skúla eigur at vera eitt gott støði, tá farast skal út í lívið.
Kundi verið áhugavert at vita niðurstøðuna hjá Pisa, itu tríggir av næmingunum: Einstein, Maradona og Jákup á Dul.
Annars fari eg at ynskja tykkum øllum eitt gott komandi Pisa ár. Ein serlig heilsan til tykkum lærarar og næmingar. Tað er ikki so galið kortini.