Á dett syndarliga lið

»Meg minnist ikki allar, men eg var eftir øllum at døma har. Við timburmonnum,« skrivar Høgni Mohr í hugleiðing um kappróður

Høvundin Høgni Mohr hevur skrivað essay um kappróður í Ólavsøkublaðnum, sum Sosialurin í dag gevur út.

Høgni Mohr tekur støði í einari hending, tá ið hann kvøldið fyri norðoyastevnuróðurin – á barr í Havn – varð biðin um at koma at rógva við 8-mannafari.

Høgni Mohr skrivar millum annað:

»Dagin eftir mynstraðu vit í Klaksvík. Á dett syndarliga lið. Meg minnist ikki allar, men eg var eftir øllum at døma har. Við timburmonnum. Stigtakarin í Gong var eisini til staðar. Rúni Joensen, ævigur aðalstjóri, somuleiðis. Og so Marner Jacobsen, ikki so ævigur bankastjóri. Hetta var tó áðrenn, at Eikbanki misti sítt egna støðufestið. Allir vóru hálvgamlir til tað, og onkur enntá aldrandi. Eg var 40 og millum teir yngstu. Vit hugsaðu eftir øllum at døma: Aldur eingin forðing, hvørki okkara egni ella tær í sjónum.

Gaman í, vit taptu so dyggiliga, og Marner hjá Karlot mundi doyð. Men í mun til í ár, so róði Knørrur ta norðoyastevnuna. Hann kom enntá á mál og alt.

Mong minnast miseydnaða skíleyparan, Michael Edwards, frá olympisku vetrarleikunum í Kanada í 1988. Fá vita, hvør streyk avstað við gullinum, men Eddie the Eagle úr Onglandi verður seint gloymdur. Eg áni heldur einki um, hvør vann áttmannafarsróðurin í Klaksvík í 2009, men knarrarmenn aftastir vóru glaðir og vildu halda fram.«

Øll greinin hjá Høgna Mohr kann lesast í stóra Ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum, sum í dag verður borið í hvørt hús í landinum.