Deyðadómur fyri úrvalsítróttina

Verður 3-2 spart av skíggjanum, kann landsstýrið tað sama spara stuðulin til úrvalsítrótt burtur. Eksponering av breiddaítróttini er ein grundleggjandi fortreyt fyri úrvalsítróttina

Tíðargrein
Jákup Mørk

Seinasti leikurin í kringvarpskreppuni er neyvan telvaður enn. Ein partur av løtumyndini er tó, at ítrótturin hevur fingið sín deyðadóm á sjónvarpsskíggjanum, og tað er alt annað enn hugalig tíðindi hjá teimum, ið so ella so eru partur av føroyska ítróttaheiminum.
Eingin ivast í – heldur ikki kringvarpsfólk – at 3-2 kundi verið ein enn betri sending. Men verður hugt at karmunum, sum Kringvarpið hevur, so hon nú slettis ikki so galin. Og ikki minst er hon týdningarmikil, tí hon dekkar ítrótt í breiðum høpi.
Hóast tað tíðum hoyrast atfinningar um, at ein ávísur leðurbóltur fyllir dekan av nógv av sendiflatuni, so røkir 3-2 eina sera týðandi public service-skyldu. Sáttmálin millum ÍSF og Kringvarpið ásetur, at allar ítróttagreinar skulu sleppa framat í tíðindaflutninginum hjá KvF. Millum annað við at finaludagarnir í hondbólti, flogbólti, svimjing, judo, badminton og borðtennis verða sendir beinleiðis í sjónvarpi, umframt at fimleikafagnaðurin verður bandaður og sendur.
Leisturin, sum 3-2 roynir at røkka sínum skyldum, er hartil at seta fokus á einstakar greinar í hvørjari sending sær. Kanska ikki 100% nøktandi, men í øllum førum somikið frægt, at allar ítróttagreinar fáa sínar løtur á skíggjanum.
Og tað eru løtur, sum breiddin í ítróttini ikki má missa. Eitt er, at beinleiðis senditíð í heilar og hálvar dagar er við til at økja um inntøkumøguleikarnar hjá ítróttini, men hetta er helst minni partur av vandanum. Tori at pástanda, at fyri tað nógva er tað ikki handilslig áhugamál, ið eru tey ráðandi, tá stuðul verður latin breiddaítróttini.
Verri er, at fleiri ítróttagreinar við hesum missa tann einasta pallin, har tær veruliga sleppa út til fjøldina. Øktur áhugi er proportionalt = fleiri íðkandi, og tí er eksponering til almenningin av ovurstórum týdningi fyri rekrutteringina hjá ítróttini. Ein rekruttering, sum ikki bara hevur týdning fyri ítróttina, men so sanniliga eisini fyri fólkaheilsu og landsbúskap.
Sjálvandi hevur útvarpsparturin av KvF somu skyldur mótvegis ÍSF, men sum framsýningarpallur er sjónvarpsmiðilin fleirfalt so sterkur sum útvarp er tað, og tí er hetta ikki nakað reelt alternativ.

Einki privat alternativ
Og gloymið vinarliga alt prát um, at hetta er ein uppgáva, sum privatu miðlarnir kunnu lofta. Sjálvandi kundi tað staðið sína roynd, um ein public service-pulja kundi rokkið longur, um hon varð umsitin av privatu miðlunum, men nøkur grundleggjandi atlit tala ímóti, at soleiðis vildi verið.
Viljin til hetta bæði hevur verið og er til staðar. Men privatu miðlarnir hava ikki orku til at dekka ítróttina nóg breitt. Ein spurningur um raðfesting, vilja tey atfinningarsomu siga, og sjálvandi er tað rætt. Men hjá privatu miðlunum er raðfestingin eisini grundað á karráð handilslig áhugamál. Tað er ein sannroynd, at tosar tú um ítróttajournalistikk, so er tað fyrst og fremst ein vøra, sum selur. Bæði tá tað ræður um at selja bløð, klikk á eini heimasíðu ella lýsingar til eina útvarpssending. Fótbóltur er bæði nummar eitt, tvey og trý. Privatu miðlarnir eru óloysiliga tengdir at lesara-, lurtara- og hyggjaratølum, og tí nyttar einki at rópa hart um, at avmarkaða tilfeingið hjá eini privatari redaktión skal røkja áhugamálini hjá allari breiddini.
Ikki tí. Tað er væl og virðiliga roynt. Eldhugað hava fólk á privatu ítróttaredaktiónunum í fleiri ár knossast í nógv fleiri enn teir 37,5 tímarnar um vikuna, sum sáttmállin ásetur. Og aloftast uttan eina samsvarandi eykasamsýning aftur fyri ómakin. Sjálvur havi eg verið við til at framleitt hópatals mánadagsútgávur, har vit hava verið tveir-tríggir blaðmenn, ið hava framleitt 16 síður av ítrótti. Verður sammett við donsku mánadagsútgávurnar, so hava hesar kanska somu 16 síður, men hesar eru framleiddar av 15-20 fólkum, og tað undirstrikar, at tað er ikki bara grenj, tá tosað verður um avmarkað tilfeingi. Og so kann gløggi lesarin annars sjálvur kanna eftir, hvat tær 16 síðurnar í danska blaðnum snúgva seg um. Tú gitti rætt – eisini har fyllir fótbólturin einar tríggjar fjórðingar av skrivaða tilfarinum. Tí fótbólturin er tað, sum selur nógv flestu bløðini.
Tori tí at siga, at breiddin í ítróttin verður tann heilt stóri taparin, um 3-2 sleppur at hvørva av skíggjanum. Ikki bara missa tey tann miðilin, sum hevur eina juridiska skyldu til at inkludera alla breiddina í sínum fjølmiðladekningi av ítróttini. Tað sindrið, sum ikki snýr seg um fótbólt, í privatu miðlunum, fer eisini at minka, tí uttan kapping frá sjónvarpinum verður fótbólturin ein enn meira týdningarmikil søluvøra hjá privatu miðlunum.
Sjálvandi er tað ikki umrøða í fjølmiðlunum, sum er drívmegin hjá fremstu ítróttafólkum okkara. Men umrøðan stimbrar ítróttini. Tað økir um ansin hjá almenningum fyri einstøku ítróttagreinunum. Tað styrkir um breiddina, sum altíð er føðiketan hjá elituni. Tí er tað byrjanin til endan hjá føroyskari elituítrótt, um 3-2 hvørvur av sjónvarpsskíggjanum fyri well.