Í býnum San Bernadino í amerikanska statinum Kalifornia hevur eitt nevningating dømt ein mann sekan í at hava kynt ein stóran skógareld fyri níggju árum síðani. Eldurin kravdi fimm mannalív, og umleið 1.000 hús kolaðust upp.
Í rættinum kom fram, at Rickie Lee Fowler kyndi eldin við vilja, og fyri einum mánað síðani komu nevningarnir til ta niðurstøðu, at hann var sekur. Í gjár skuldu nevningarnir so siga rættinum, hvørja revsing maðurin eigur at fáa, og teirra tilmælið var, at hann skal dømast til deyða.
Dómarin kann broyta revsingina til lívlangt fongsul uttan royndarleyslating, men tíðindastovurnar skriva, at tað hendir sera sjáldan í Kalifornia, sum hevur deyðarevsing, og sum eisini brúkar hana. Blaðið Los Angeles Times skrivar, at ákæruvaldið hevði biðið um deyðarevsing í hesum málinum.