Talið av deyðum í yvirgangsálopinum á Ataturk flogvøllin í Istanbul er hægri enn fyrst mett. Stutt eftir álopið upplýsti turkiski løgmálaráðharrin, at 10 fólk vóru deyð í álopinum, men seinastu tølini vísa, at minst 28 fólk eru deyð, meðan 60 fólk hava fingið løstir í álopinum.
BBC skrivar, at í minsta lagi tríggir persónar lupu á flogvøllin við maskinbyrsum og sjálvmorðsbumbum. NTV sjónvarpsstøðin upplýsir, at vitnir hoyrdi tríggjar spreingingar í álopinum á flogvøllin.
Fyrr í kvøld segði Bekir Bozdag, løgmálaráðharrin, at álopið hendi inni í einum av terminalinum.
- Sambært teimum upplýsingum, ið eg havi fingið, so byrjaði ein yvirgangsmaður at skjóti við eini kalashnikov-maksinbyrsu við altjóða terminalin, áðrenn hann sprongdi seg sjálvan í luftina, segði Bekir Bozdag.
Enn hevur eingin tikið ábyrgd fyri álopið, men seinastu árið hevur Turkaland verið rakt av fleiri yvirgangsálopum frá bæði kurdiskum og islamistiskum, harímillum Islamski Staturin, bólkum.
Ataturk flogvøllurin í Istanbul er ein av mest vitjaðu flogvøllunum í Evropa.