Skrásettir eru 64 andlát aftuart av coronavirusinum í Hybei-landspartinum í Kina.
Tað er higartil størsti vøkstur í deyðstali upp á eitt samdøgur, síðani virusútbrotið byrjaði.
Tað skrivar tíðindastovan Reuters út frá tíðindum, sum kinesiska ríkissjónvarpið varpar út.
Harvið eru tilsamans 414 fólk deyð av virusinum bara í Hubei-landspartinum.
Tilsamans eru 425 fólk deyð í øllum Kina, skrivar tíðindastovan AFP.
Nógv tey flestu andlátini eru skrásett í høvuðsstaðnum í landspartinum, Wuhan, har miðdepulin fyri coronavirusið er.
Landsparturin váttar samstundis 2.345 nýggjar smittutilburðir. Harfið eru tilsamans 13.522 fólk smitta bara í Hubei-landspartinum, skrivar Reuters.
Í øllum Kina er samlaða talið av smittaðum soleiðis komið upp á yvir 19.000 fólk.
Tá bæði Wuhan og aðrir kinesiskir býir eru so at siga stongdir í royndum at avmarka smittuna, eru tað ógvuliga avmarkaðir møguleikar fyri at flyta seg rund í og millum smittuplágaðu økini.
Samstundis eru tað fleiri og fleiri lond, sum set í verk avmarkingar í flogferðslu til og úr Kina. Tað hevur økt altjóða isoleringina av Kina og hevur skapt ein øktan vanda fyri landsins búskapi, skrivar Reuters.
/ritzau/