Tað vakti stóran ans, tá Manchester United í 2014 keypti argentinska Angel Di María fyri áleið 600 milliónir krónur frá Real Madrid. Spanska felagið hevði júst vunnið Champions League, og bóltsnillingurin var besti maðurin á vøllinum í finlauni.
- Eg ynskti at halda fram í Real Madrid, men eg veit ikki hvat hendi, sigur Angel di María við spanska blaðið Marca.
27 ára gamli bóltsnillingurin spælir í dag við franska Paris Saint-Germain. Komandi dysturin í Champions League er móti gamla felagnum Real Madrid í Madrid. Eftir eitt misjavnt ár í Manchester, skifti hann í summar til PSG fyri áleið 450 milliónir krónur.
Við Marca sigur Angel di María, at hann hevði allatíð eyguni eftir PSG, tá tað gjørdist greitt, at hann ikki kundi halda fram í Real Madrid. Tað bar tó ikki til, tí PSG mátti fylgja nýggju pengareglunum hjá FIFA.
- Skiftið til Paris kundi verið farið fram fyrr, men tað bar ikki til av fíggjarligum orsøkum, sigur Angel di María.
Argentinski landsliðsspælarin, sum var ein av høvðusorsøkunum, at Lionel Messi og hansara menn komu í HM finaluna, greiðir eisini frá, hví hann ikki ynskti at halda fram í Manchester.
- Tað byrjaði væl, men so fekk eg trupulleikar av ymiskum fólkum í felagnum. Síðani endaði eg á bonkinum, og samstundis var innbrot í húsunum hjá okkum. Tá hugsaði eg, at eg má bara sleppa mær til rímingar, greiðir Angel di María frá.
Fleiri halda, at alt hetta bara eru umberingar, og at sanna orsøkin er, at Premier League kappingin er kropsliga meiri krevjandi, enn eitt nú spanska og franska landskappingin.