Diana vildi hava Charles at siga trúnuna frá sær

Undir einari hoyring í London í gjár kom fram, at Diana prinsessa vildi hava Charles prins at siga rættin til trúnuna frá sær Tað var í oktobur í 1995, at Diana nevndi fyri sínum sakførarum, at hon vildi hava Charles at siga rættin til bretsku trúnuna frá sær, soleiðis at eldri sonur teirra, William, kundi taka við eftir ommuna.

Undir hoyringini í gjár kom eisini fram, at á hesum sama fundinum skal Diana hava sagt, at Elisabeth drotning umhugsaði at siga trúnuna frá sær í apríl árið eftir.

Eisini kom fram, at ein av sakførarunum, sum vóru á fundinum, skrivaði tað niður, sum Diana hevði sagt, og at hann goymdi pappírið við notatinum.