Dido fór frá Víkingi

Brasilski venjarin, sum ongan tíð slapp veruliga at royna seg, fer nú aftur til Brasil. Men ætlanin er avgjørt at koma aftur til Europa

Tað, sum ætlandi skuldi verða ein spennandi roynd við fyrsta brasilska venjaranum í føroyskum fótbólti, gjørdist til eitt kensluborið farvæl, tá Víkingur hevði stórfingna móttøku í gjár.

- Eg eri keddur um, at tað ikki var møguligt hjá mær at fara veruliga í holt við arbeiði, sum eg skuldi gera. Men eg hevði ikki droymt um, at hetta fór at gerast ein trupulleiki. Og eg havi so ongan tíð áður upplivað, at pappírini hjá mær eru vrakað.

- Men eg skilji sjálvandi felagið. Teir hava ikki møguleika at handla øðrvísi, og nú fari eg so til Hollands, so eg kann fáa hesi formligu viðurskifti í rættlag. Hvat framtíðin hevur at bjóða, veit eg ikki. Fyribils fari eg aftur til Brasil, og við míni fortíð sum spælari og teimum sambondum, sum eg havi fingið gjøgnum árini, verður tað neyvan nakar trupulleiki at finna arbeiði har. Men eg ætli mær avgjørt aftur til Europa. Eg eigi tvey børn í Hollandi, og tað er ov langt at vitja, um eg eri í Brasil. Og hvør veit. Kanska verður tað í Føroyum, at aftur fari at virka, segði Dido, tá hann á móttøkuni beyð Víkingi farvæl.