Í meira enn ein mánað hava Lena og Damian úr Póllandi verið búsitandi í Vági sum partur av Arctic Digital Nomads Grant.
- Tilsamans komu 14.846 umsóknir inn til stuðulin, og Lena og Damian vóru millum tey, sum vórðu vald at koma til Vágs.
Í Vágs kommunu siga tey, at meðan tey arbeiða fjararbeiði, leggja tey eisini dent á at gerast ein virkin partur av lokalsamfelagnum.
Síðsta fríggjadag skipaði Lena fyri einari verkstovu, har luttakarar kundu gera sítt egna pick-up band, sum tað verður rópt.
- Hetta er eitt gott dømi um, hvussu digitalir nomadar ikki bara búgva og arbeiða her, men eisini deila sínar førleikar og skapa nýggj sambond í bygdini.
Víst verður á, at ein verkstova verður aftur fríggjadagin hin 6. mars frá klokkan 17 til 20.
- Hetta verður í Vevistovuni á Vágsvegi 77 við inngongd niðri undir, har møguleiki verður at veva sítt egna mynstraða band.
Lagt verður aftrat, at tað er avmarkað pláss, og tilmeldast kann um heimasíðuna hjá Vágs kommunu - www.vagur.fo
##med2##
- Mælt verður til at taka sítt egna garn við í teimum yndislitum, sum fólk hava, og hetta skal helst vera úr bumull, siga tey í Vágs kommunu.
Leggjast kann aftrat, at Arctic Digital Nomads Grant er stuðlað av NORA.












