Evnisdagur fyri sjófólk

- Høvuðsendamálið er at styrkja sjófólk í kristnari trúgv og tænastu, sigur Føroyska Sjómansmissiónin

 

Hósdagin 5. mars, sum er hósdagin komandi, verður evnisdagurin: “Jesus við umborð” í Leguhúsinum í Nesvík.

 

Í nøkur ár hevur Føroyska Sjómansmissiónin skipað fyri hesum degi, har ymisk áhugaverd evnir eru viðgjørd.

 

- Høvuðsendamálið er at styrkja sjófólk í kristnari trúgv og tænastu, sigur sjómansmissiónin.

 

Dagurin í Nesvík byrjar klokkan 9 við morgunmati og endar klokkan 16. Ymiskt áhugavert verður á skránni. 

 

Hanus á Gørðum, sjúkrahúsprestur, fer at tosa um: “Hvussu møta menniskjum?” 

Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, fer at tosað um: “Nær er trúgvin nóg stór?” 

Síðsti tímin kallast: “Sjómaður hevur orðið?” Tá fer Høgni við Rætt, at siga frá.

 

Á skránni verður eisini døgurði og drekka, og øll sjófólk eru vælkomin!

 

Síðsta freist at tekna seg er týsdagin 3. mars á www.mission.fo/tilmelding