Tað verður av álvara talt niður til nýggja kappingarárið.
Fríggjakvøldið verður fyrsti landskappingardysturin í bestu deildini, sum nú eitur Meistaradeildin. Tað verður á Argjum, at uppflytararnir í AB fáa vitjan av B68. Hinir fýra dystirnir vera sunnudagin. Tríggir vera klokkan 15, og Skála og HB hittast klokkan 17.15 undir Mýruhjalla á Skála.
Tað verður ein av heilt royndu dómarunum, sum verður 23. maður inni í Vika á Argjum fríggjakvøldið klokkan 18.30. Tað er Dagfinn Forná. 46 ára gamli rituvíkingurin hevur dømt 366 ferðir í bestu landskappingini og 52 dystir í kappingini um løgmanssteypið, veit FaroeSoccer at siga.
Fríggjadagin 6. apríl
AB – B68: Dagfinn Forná kl. 18.30
Sunnudagin 8. apríl
NSÍ – Víkingur: kl. 15.00
Skála – HB: kl. 17.15
07 Vestur – KÍ: kl. 15.00
B36 – EB/Streymur: kl. 15.00











