Dilma forseti í Brasil

Seinna umfar av forsetavalinum í Brasil var í dag, og sum væntað vann Dilma Rousseff. Tað váttaði tann almenna valnevndin í kvøld, og sostatt hevur Brasil fyri fyrstu ferð fingið eina kvinnu í forsetaembætið.

Dilma Rousseff, sum var valevni hjá stjórnarflokkinum, fekk sambært valnevndini 55 prosent av atkvøðunum, og valevnið hjá andstøðuni, Jose Serra, fekk 45 prosent.

Dilma Rousseff tekur við forsetaembætinum eftir tann væl umtókta Luiz Inacio Lula da Silvas, og hon hevur sagt, at hon fer at halda somu politisku kós sum undanmaðurin.