Roknskapurin hjá Dimmalætting vísir, at árið í fjør hilnaðist illa hjá fyritøkuni. Raksturin av blaðnum gav eitt hall upp á 3,7 milliónir
2006 var kortini eitt sindur frægari, enn 2005, tá framleiðslan av Dimmalætting gav eitt hall upp á 4,3 milliónir krónur. Hetta skrivar Vinnuvitan.
Dimmalætting eigur Prentmiðstøðina saman við Sosialinum. Dimmalætting eigur 66% av partapeninginum, meðan Sosialurin eigur 34%. Góða úrslitið hjá Prentmiðstøðini dryppar eisini í kassarnar hjá teimum báðum stóru blaðhúsunum. Hjá Dimmalætting bøtir tað um roknskapin við 2,2 milliónum krónum, so reyða talið niðast á botnlinjuni ?einans? verður 1,3 milliónur í halli.
Sosialurin hevur tjent munandi meiri pengar enn Dimmalætting seinnu árini. Úrslitið hjá Sosialinum í fjør var eitt yvirskot upp á 3 milliónir. Tá er roknskaparúrslitið upp á umleið eina millión frá Prentmiðstøðini íroknað.
Vinnuvitan skrivar, at bruttovinningurin hjá Sosialinum er munandi størri enn hjá Dimmalætting, 13 milliónir krónur, meðan hann hjá Dimmalætting var 9,3 milliónir krónur.
Farna ár var vøksturin hjá Sosialinum dupult so stórur sum hjá Dimmalætting, skrivar Vinnuvitan.