Dímun og Skúvoy missa drotningina

Drotningin fer úr Føroyum valdagin. Tí er ferðin til Skúvoyar og Dímunar er avlýst

 

Ferðin hjá Margretu drotning og Heindriki prinsi í Føroyum verður stytt eitt samdøgur vegna fólkatingsvalið, sum varð útskrivað at vera hósdagin 18. juni.

 

Eftir ætlan skuldi ferðin vera frá mánadag til fríggjadag á middegi. Og sjálvt valkvøldið skuldi løgmaður verða vertur fyri døgurða. Men ferðin er nú stytt soleiðis, at drotningin og fylgi hennara fara av landinum hósdagin – valdagin – á middeg í staðin fyri fríggjadagin á middegi.

 

Sum skilst verður skráin hildin sum ætlað, uttan tað, at ferðin til Skúvoyar og Dímunar hósdagin verður avlýst.

 

Drotningin skal vera við hús fríggjadagin, tá tvey umboð fyri hvønn av flokkunum, um sum verða valdir í fólkatingið hósdagin, skulu siga henni, hvønn tey vilja hava til forsætisráðharra, Helle Thorning-Schmidt ella Lars Løkke Rasmussen. Og tá drotningin hevur roknað út, hvør teirra hevur flestar fólkatingssessir aftan fyri seg, fer hon at biða viðkomandi skipa nýggja stjórn.