Diplomatiska kreppan millum Føroyar og Grønland er loyst

Fiskivinna

Beint áðrenn Sosialurin fór til prentingar í gjár, ringdi Jørgen Niclasen, landsstýrismaður og boðaði okkum frá, at diplomatiska kreppan millum Føroyar og Grønland nú er loyst.
Fríggjadagin undirskrivaðu partarnir eina avtalu sum sigur, at Føroyar fáa tey 500 tonsini av kongafiski aftrat í Irmingarhavinum, samstundis sum grønlendsk skip sleppa at fiska 100 tons undir Føroyum, men uttanfyri ringin.
- Hetta gjørdist so úrslitið av tí, eg vil kalla teirri diplomatisku kreppuni, sum hevur verið millum londini bæði síðan hálvan august, sigur Jørgen Niclasen.
Hann metir, at útflutningsvirðið av hesum 500 tonsunum av kongafiski verður einar 4-5 milj. krónur, so avtalan, sum gjørd er, hevur ikki ongan týdning fyri samfelagið.
- Ivasamt er, um grønlendingar fara at gera brúk av síni kvotu undir Føroyum, har landsstýrið hevur treytað sær, at hjáveiðan av toski og hýsu ikki kann fara yvir 20%.
Jørgen sigur, at undir samráðingunum, sum verið hava um loysn av trætuni, er komið fram, at grønlendingar hava áhuga í at sleppa at fiska undir Føroyum.
- Men tað verður so ikki eftir toski og hýsu, tí til tess hava vit nóg mikið av skipum á grunninum, leggur hann dent á.
Landsstýrismaðurin fegnast um, at luftin nú er reinsað aftur millum londini, soleiðis at komast kann víðari.
- Vit mgu bara staðfesta, at avtalan, vit høvdu við Grønland um kongafiskin í Irmingarhavinum, var ikki nóg greið, og tað verður so uppgávan til næstu samráðingar at fáa hesa skorna út í papp, so eingin ivi verður um, hvussu nógv tons føroysk skip kunnu fiska av kongafiski í Irmingarhavinum, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.