DIS-inntøka og blokkur

Fyrst vil eg nýta høvi at takka Dennis Holm og Magna Laksafoss fyri tykkara valaarbeiði, har tit hegnisliga lýsa og staðfesta fyri Føroya fólki og landsins stjórn týdningin av DIS -, NIS - og øðrum uttanlandsinntøkunum

Og eg vil eisini takka Magna Laksafoss, at hann í Degi & Viku gjørdi greitt, at DISsarar gjalda fullan skatt av teirra inntøku. Útisiglarar eru ein útflutningvøra - vøran er arbeiðsmegi.
Nakrir fyrimunir av DIS, NIS osv.:
1: 320 mió er inntøka sum kemur beinleiðis inn í landið - bøtur um bruttotjóðarinntøkuna - inntøkan verður nýtt í samfelagnum, ella sett í føroyskar peningastovnar, sum so verða til nyttu har.
2: Okkara pension verður til ta tíð skattað í Føroyum.
3: Atlantic Airways, sum landið enn eigur 67% av, fær nakað inn í ferðaseðlum, tað kundi verið áhugavert at sætt nøkur tøl frá AA - Leysliga vil eg meta, at hesir knappliga 1000 sjómenn fylla eini 60 full flogfør árliga tur-retur. Tá hesir ferðaseðlar kunnu roknast at vera millum heimsins dýrastu pr. fjórðng, so er tað helst ikki so lítið.
Í D&V fíggjakvøldið hin 4. des. varð ført fram, at DIS ikki hevur eins stóran týdning og blokkurin.
Hetta ljóðar ógvuliga undrunarvert, tí líka síðan sjálvstýrissamgongan sat, hevur verið stríðst við at minka um blokkin - tað er bert Sambandsflokkurin, sum hevur stríðst ímóti.
Tað er rætt at FAS er okkara egna ábyrgd, men eg dugi ikki rættiliga at síggja at tað er so stórur munur. Sum er gjalda FASararnir skatt, men so velja Føroyar at geva skipum/reiðarum, sum eru undir FAS, skattin aftur.
Í DIS verður eitt lið lopið um - tvs. at vit gjalda skattin beinleiðis til reiðaran. Kundi eisini verið áhugavert at vita hvussu nógvir føroyingar sigla undir FAS.

Blokkurin
Um dissararnir gjalda kommunuskatt ella ei, er ein spurningur um raðfesting av landsins leiðslu. Um rætt varð atborðið, so varð tann parturin uml. 225 mió, sum svarar til 50% í skatti av tí DISsararnir tjena, oyramerktur í blokkinum og ikki róptur stuðil, sum jú skurrar í flestum oyrum. Heldur skuldi tann parturin av blokkinum verið kallaður útjavningargjald (udligningsbeløb), og markaður sum DIS-skattur.
Kommunurnar skuldi fingið tað í kommunuskatti, sum svarar til tað talið av dissarum, sum eru í kommununi, buturav hesum 225 mió - Kommunurnar høvdu ikke verið við skerdan lut og vit útisiglarar kundi følt okkum væl í egnum landi.
Tað er rætt, at vit skulu forhandla við donsku stjórnina - vit kunnu lata vera við at lækka blokkin ella møguliga hækka hann við hesum 225 mió. Og samstundis kanna um tað er annað í blokkinum sum kann koma undir avgjald heldur enn stuðil.