Discovery ger upptøkur um Norrønu

Norrøna skal taka lut í eini sendirøð, sum í næstum verður send á kendu sjónvarpsstøðini Discovery

Í hesum døgum er eitt fimstoymi frá kendu sjónvarpsstøðini Discovery í Føroyum og ger upptøkur til eina sjónvarpsrøð, sum nevnist Máttmikil Skip.

 

Millum stóru skipini, sum sendingin skal lýsa, er okkara egna Norrøna. Chris Gargus, sum er leiðari í toyminum, greiðir í filmsbrotinum omanfyri stutt frá sendingini. Upptøkurnar og samrøðuna hevur Ísak Z. Laksáfoss gjørt fyri Miðlahúsið.