Disiplin skal geva úrslit

Bólkur C: Rumenia. Rumenska landsliðið leggur stóra orku í disiplin á vøllinum, og so verður nógv lagt upp í hendurnar á álopsspælaranum Adrian Mutu

Rumeniski landsliðsvenjarin Victor Piturca er fyrrverandi álopsspælari, men sum venjari hevur hann lagt stóran týdning í disiplinina á sínum liði, og Rumenia leypur ikki fram av í sínum spæli, hóast teir duga væl at leypa á.

Hetta gav góð úrslit í farnu EM-undankapping, tí Rumenia vann sín undanbólk frammanfyri Holland og Bulgaria.

Piturca brúkar tveir verjukendar miðvallarar at hjálpa sínari verju, og samstundis verður nógv lagt á herðarnar á álopsstjørnuni Adrian Mutu, sum var toppskjútti við seks málum í farnu undankapping.


Mutu skorar

Rumeniski venjarin hevur heldur ikki fjalt út yvir, at Mutu hevur sera stóran týdning fyri hansara lið.

- Rumenia tapir sera sjáldan, og vit tapa so at siga ongantíð, tá ið Mutu skorar, sigur Piturca.

Seinastu fimm árini hevur Adrian Mutu skorað 24 mál í 19 dystum fyri rumenska landsliðið, og tá ið Mutu hevur skorað, hevur liðið ikki tapt.

29 ára gamli Adrian Mutu hevur havt eina skiftandi yrkisleið, og eftir vánaliga tíð í Onglandi og leikbann fyri rúsevnismisbrúk, hevur hann fótað sær aftur í Italia, har hann nú spælir fyri Fiorentina. Hann skoraði í farna kappingarári 16 mál fyri felagið.


Trupul bólkur

Rumenia er ein outsidari til EM-heitið. Landið hevur í undankappingini víst støðug avrik, og bert eitt tap í 12 dystum prógvar, at landið kann standa seg ímóti teimum flestu í Europa. Men spurningurin er so, um liðið hevur styrkina og profilarnar til at gera seg galdandi í einum endaspæli.

Liðformaðurin Christian Chivu skal skipað verjuspælið hjá liðnum, á miðvøllinum verða tað helst Nicolita og Petre, sum skulu tryggja sær balansuna, og so er stóri spurningurin, um Mutu hevur krút í gaggnum í summar. Rakar hann toppformin, so kann Rumenia saktans gera seg galdandi, men tað skal eitt avrik meira enn tað vanlig fyri at sleppa víðari frá bólkinum, har eisini Holland, Italia og Frakland eru við.

 

Rumenia


1 Bogdan Lobon?

2 Cosmin Contra

3 R?zvan Ra?

4 Gabriel Tama?

5 Cristian Chivu

6 Mirel R?doi

7 Florentin Petre

8 Paul Codrea

9 Ciprian Marica

10 Adrian Mutu

11 R?zvan Coci?

12 Marius Cornel Popa

13 Cristian Sapunaru

14 Sorin Ghionea

15 Dorin Goian

16 B?nel Nicoli??

17 Cosmin Moti

18 Marius Niculae

19 Adrian Cristea

20 Nicolae Dic?

21 Daniel Niculae

22 ?tefan Radu

23 Eduard St?ncioiu


Venjari: Victor Pi?urc?