Nú Fámjinstunnilin letur upp seinnapartin í dag, er hetta ein stórur dagur hjá bygdarfólkinum í Fámjin.
- Tú kanst ætla, at vit her í bygdini eru glað og ógvuliga takksom, nú dagurin er komin, at tunnilin letur upp.
Tað sigur borgarstjórin í Fámjins kommunu seinastu tvær seturnar, Jóanis Lisberg, sum nú situr við stýrisvølin á síni triðju setu.
- Tunnilin hevur verið mín fyrsta raðfesting, síðan eg gjørdist borgarstjóri, og vit her í bygdarráðnum hava lagt nógva orku í hetta.
Tað merkir tó ikki, sigur Jóanis Lisberg, at onnur ting í kommununi hava ligið á láni.
- Eftir førimuni hava vit gjørt rættiliga nógv hesi árini, og bygdin er í dag í góðum standi við nýggjum og góðum vegum.
Borgarstjórin ásannar, at hann í fleiri ár hevur verið í samband við ráðandi politikarar, og hann ivast onga løtu í, at onkur var vorðin troyttur av sær.
- Fólk vita ikki, hvussu stóran dent vit hava lagt í hetta, sum í dag verður veruleiki, so hetta er bara so fantastiskt.
Borgarstjórin er millum teirra, sum í dag fara at siga nøkur orð undir hátíðarløtuni.
- Nei, mær dámar ikki at fara á ein pall at halda nakra røðu, men eg fari at royna, sigur hann.
Hann leggur aftrat, at hann saktans kann tykjast eitt sindur skrappur millum húsini, sum hann tekur til.
- Men, sum røðari á einum almennum tiltaki - nei, tað er ikki akkurát eg, sigur hann brosandi.
Borgarstjórin sigur seg vóna, at Fámjin fer at fáa nakað av tilflyting, nú vegasambandið verður trygt og gott.
- Í løtuni eru vit eini 72 fólk í Fámjin, men tað er bara ein veruleiki, at her sær ikki gott út.
Jóanis Lisberg leggur dent á, at nú verður tað so ikki vegasambandið, sum verður ein forðing hjá fólki at búseta seg í Fámjin.
- Vit hava í minsta lagi loyvi at vóna, at tunnilin fer at geva bygdini eitt skump í rætta endan, so vit fara at síggja ein ávísan fólkavøkstur, sum tíðin gongur.
Í løtuni er einki skúlabarn í Fámjin, men tað var tann tíð, tá børnini fóru av bygdini í kava og illveðri, og foreldrini vóru stúrin.
- Nú verður alt øðrvísi, og í dag eru vit hjartans fegin, sigur Jóanis Lisberg, sum vegna kommununa takkar øllum, sum hava viðvirkað til, at Fámjinstunnlin nú er veruleiki.