Orð:Jonhard Hammer
Myndir: Álvur Haraldsen
Tað er vorið langt í millum, at stór kend nøvn innan fyri tónleikarheimin koma til Føroyar at spæla.
Men fríggjakvøldið var skipað fyri einari rokkonsert í Ítróttarhøllini á Hálsi.
Fyrireikarnir av konsertini vóru Club 20, og ikki kan sigast annað enn at teir komu sera væl frá hesum tiltaki. Tað vóru umleið 1.000 fólk komin saman at hoyra DAD og Mc Hár.
Tað er ikki so nógv, men ein má eisini hugsa um, at tað júst hevur verið Ólavsøka, og at bólkurin DAD ikki hevur haft so nógv hitt í Føroyum.
MC-Hár eru byrjaðir
at bliva elskaðir
Bólkurin MC-Hár hevði fingið kann heiður at sleppa at hita upp hjá DAD. Og hetta gjørdu teir meistarliga. Teir løgdu út við tí friðarliga pena sanginum ? Good save the Queen?.
At siga at Mc-Hár eru nakrir vanligir dreingir, er at taka munnin og fullan. Á konsertini vóru fleiri í bólkinum latnir í sum konufólk. Hetta gjørdi framførðsluna forvitnisliga, tí ein var allatíðina spentur uppá, hvat fór at henda. Men tað sum hendi var at.....
Tónleikarliga komu teir sera væl frá konsertini. At byrja við vóru tað nøkur óljóð, tað var tí at teir høvdu haft ov stuttan ljóðprøva. Annars kom boðskapur hjá MC-Hár aftur fram, at teir elska teg, og sum tað vísir seg, eru tað fleir og fleir, sum elska teir. So spennandi verður um Mc-Hár fær sítt ynski uppfylt, at fáa allan heimin at elska seg.
Áhoyrarnir vaknaðu
á midnátt
Tað var ein sera vælupplagdur bólkur, sum fór á pallin í ítróttarhøllini á Hálsi. Teir løgdu hart út, og rocktónleikurin pumpaði út úr hátalarinum.
Tað sum eykennir konsertirnar hjá DAD í Danmark, er at teir duga so væl at fáa fólkini við sær. Tey syngja væl við, og duga fleiri av sangunum uttanat.
Hetta royndu teir eisini fríggjakvøldið, og tað gekk nøkulunda, men ikki fyrrenn á miðnátt vaknaðu áhoyrarirnir. Tað kom rættuligt lív í, tá ið teir fóru at spæla lagið ?Sleeping my day away? ? hetta er ein sangur, sum áhoyrarnir hava tikið til sín, og tey flestu dugdu eisini tekstin, og tey sungu væl við, so væl at DAD góvust at spæla, og tað vóru bara trummur og sangurin frá áhoyrarunum, sum var at hoyra í høllini.
Hetta var avgjørt hæddarpunktið á konsertini. Kortini vóru áhoyrarnir eisini sera væl við, tá DAD spældi aðrar av sínum góðu gomlu klassikarum so sum ?Laugh and a 1/2?, ?Disneyland after Dark? og ?Jihad?. Tó saknaðu onkrir áhoyrar kanska skemtiliga lagið ?Counting my cattle?. Hetta oyðilegði tó ikki heildina á konsertini.
Góð pallframførðsla
DAD hevði eina sera góða pallframførðslu, tað henda nakað allatíðina á pallinum.
Serliga var tað basspælarin Stig Petersen, sum stóð fyri tí mesta av showinum.
Til tíðir stóð hann uppá hátalarinum, og spældi við sínum tveystreingaða bassi. Til tíðir stóð hann uppi á bassanlegginum. Móti endanum av konsertini, kom hann rennandi inná pallin við einum hjálmi har fýrverkarí var í.
Gott ljóð og ljós
Ikki kan sigast annað, enn at hetta var eitt gott tónleikaupplivisi. Ljóðgóðskan var í topp, og eisini var ljósið sera gott. Til tær flestu stóru konsertirnar verður ofta nógv útgerð leiga úr útlandinum, men so var ikki hesaferð.
Tann føroyska ljóðfyritøkan ADJ-sound átti alt ljóðanleggið, sum ljóðaði sera gott. Sjálvt um ljóðið var hart, leyp tað ikki saman. Sum tað ofta ger til harðar rokkonsertir. Ein góð konsert, til tey sum dáma rokk.