DJ Kato aftur til Føroya

Plátuvendarin úr Viborg DJ Kato kemur aftur at vitja Føroya og leygarkvøldið 21. juni framførir hann aftur í Eclipse. 26 ára gamli Dj Kato hevur ein serligan eginleika at fáa áskoðarar við uppá tað.

Hann miksar og produserar ikki bara sín egna tónleik, men hann ger eisini nógv burturúr at geva eina góða framførslu.

 

Hann er sera virkin í Danmark og livir har av at vera plátuvendari.

 

Fríggjakvøldið er Eclipse stongt, tí dansistaðið er útleigað.