Djóni er ein knassi

Nógv fólk høvdu leitað sær til áhugaverda fyrilesturin hjá Djóna Kunoy í Skúlanum við Ósánna í gjárkvøldið, har hann greiddi frá fyrireikingunum til og um ferðina upp á 6960 metra høga fjallatindin Aconcagua í Argentina í januar í ár.

Tey høvdu gingið nógv fjøll í Føroyum, hagani hann vísti nógvar vakrar myndir. Djóni gevur náttúruni ans og eisini teimum yrkingunum, sum skald okkara hava signað okkum við - náttúruni til heiðurs. ”Hamrana sang og fjallana kvæði - hoyra bert tey, ið hæddirnar søkja”, var eitt sitat av fleiri, sum Djóni treiv í.

Ferðin var hørð, long og drúgv uppá Aconcagua, heilar 18 dagar. Størsti parturin í bítandi kulda niður í 30 stig. Men ikki minni var tað súrevnistrotið í hæddunum, sum var útfordrandi, tí við hesum fylgir øran, høvuðpína, ringur matarlystur, svøvnloysi og hjá summum ganga lunguni fyri.

Teir vóru fimm føroyingar, sum byrjaðu ferðina, har tann eini mátti flúgvast omanaftur nakað áleiðis við vatni á lungunum, og ein annar mátti gevast á síðsta teininum niðan á fjallatoppin.

Men tríggir komu á mál.

Eini 5000 fólk fara á hesa ferðina um árið, men bert 30% koma heit upp á toppin. So, hetta er ikki ein ferð fyri særtar sálir, og hóast tú er sera væl fyri, kann súrevnistrotið og kuldin seta bein fyri teg. Nøkur teirra, ið royna hesa ferðina, liggja eftirá.

Arni Vatnhamar, Suni Lamhauge, Jón Fossá, Brandur í Funningsstovu og Djóni Kunoy saman við einum breta, einum malaysara og einum amerikumanni, vóru saman í ferðalagi á hesum túrinum.

Nógv høvdu áhuga í framløguni hjá Djóna Kunoy í gjárkvøldið. Teirra millum vóru tveir garpar, Árni Jacobsen úr Tórshavn og Hanus Joensen úr Klaksvik, sum hava verið høvuðsmenn saman við øðrum at seta eitt mál, teir kalla Topp-100. Tað er at náa at ganga 100 fjøll í Føroyum. Henda ferðin byrjaði longsta dag í 2010. Í gjár høvdu teir verið á Høvdanum norðanfyri Saksum, í dag skulu teir á Postalskirkju norðanfyri Vestmanna – og krúnan á verkinum er Knúkur ella eisini kallað Múlafjall, sum er omanfyri bygdina Múla, 642 m høgt, ið verður tikið í vikuskiftinum.

Djóni Kunoy takkaði arbeiðsgevara sínum, Anfinn Isaksen, sum hevði verið sera lagaligur við at lata Djóna sleppa hesar mongu fyririkingarferðirnar og annars at sleppa at taka sær frí til stóru verkætlan sína - at ganga uppá 6960 metra høga fjallatindin Aconcagua í Argentina í januar í ár.

Eitt satt bragd, ið ikki øll kunnu gera honum eftir.

Orð & myndir: Dávur Winther