EITT orð er eitt orð og ein maður er ein maður. Jóannes Eidesgaard stóð til tað seinasta við orð sítt um ikki at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk, tá hann í gjár ikki atkvøddi um formannin í tinginum. Av tí at hin føroyski fólkatingsmaðurin kortini atkvøddi kom at standa á jøvnum millum vinstramann og javnaðarkvinnu. Vinstramaðurin vann lutakastið. Hetta skal nú sami Jóannes Eidesgaard lastast fyri, og tað er eftir okkara tykki bæði skeivt og órættvíst.
Í EYGUNUM hjá mongum dønum og helst eisini einstøkum føroyingum verður avgerðin hjá Jóannesi Eidesgaard mett sum løgin og óheppin. Ikki minst fyri framtíðar samvinnuna millum føroyska og danska javnaðarflokkin og fyri samstarvið millum bæði londini.
Í okkara verð er málið krystalklárt. Jóannes Eidesgaard. Jóannes Eidesgaard hevur staðið við tað lyftið hann gav sínum veljarum um ikki at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk. At valið av formanninum er danskur innanríkispolitikkur kann eftir okkara meting ikki vera nakar ivi um. Tá hevði rað væl heldur ikki havt so stóran týdning fyri Nyrup og hansara fólk at fáa eina javnaðarkvinnu valda.
ANNARS er tað fyri okkum sera margháttligt, at Nyrup ikki hevur funnið sær stuðul frá CD, sum jú kom sum tann frelsandi eingilin inn í hitan hjá Nyrup-stjórnini. Hví hevur Nyrup ikki tryggjað sær stuðul frá hesum flokki, sum jú fekk nógvar týðandi nevndarsessir aftur fyri at samvinna við stjórnina! Tað kann sýnast sum um at Nyrup her antin hevur verið gáloysin ella hevur tikið sum givið, at føroyski javnaðarmaðurin fór at atkvøða fyri sínum kandidati. Hevur hann gjørt tað uttan at fáa eina greiða avtalu um hetta við Jóannes Eidesgaard, so hevur Nyrup í veruleikanum bóndafangað føroyska fólkatingsmannin, sum so aftur nú verður gjørdur til tann stóra syndaran í allari hesi politisku telvingini á Christiansborg. Var tað ikki júst Nyrup sum reypaði sær av, at hann ikki hevði brúk fyri atkvøðuni hjá Eidesgaard, nú hann hevði fingið semju við aðrar flokkar.
TEIR donsku javnaðarmenninikr og danir allir skulu vita, at henda avgerð Jóannes Eidesgaard er at meta sum smáting ímóti tí, sum táverandi danska stjórnin við Nyrup og Lykketoft á odda hava útsett føroyska javnaðarflokkin og allar føroyingar fyri. Við hesi avgerð síni nýtir Jóannes Eidesgaard høvi til at vísa føroysku veljarunum og eisini danska almenninginum, at føroyski javnaðarflokkurin er ikki eitt amboð hjá danska javnaðarflokkinum. Hetta eigur at verða klárt fyri føroysku veljarunum og hetta eigur Nyrup at taka fylgjurnar av og gera sær greitt.
SAMANUMTIKIÐ kann sigast, at hetta er eitt úrslit av tí arrogancu og vanvirðandi viðferð sum Nyrup og hansara fólk góvu føroyska javnaðarflokkiinum og føroyingum, meðan kreppan var uppá tað ringasta. Nú er at koma víðari.