Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað verður lítið av vindi um vikuskiftið. Onkur æl verða, men tað verða eisini turt og gott veður partar av tíðini.
DMI sigur, at í dag verða 5-10 m/s landnyðringi. Nakað av sól, men eisini onkur regn- ella vátakavaæl. Hitin verður millum 2 og 5 stig. Í kvøld og í nátt 3-8 m/s av landnyrðingi. Onkur regnæl. Hitin verður millum frostmarkið og 5 hitastig.
Sunnudagin vera 3-8 m/s av útnyðringi og eystri. Skýggjað og einstøk æl við vátakava ella kava. Hitin verður millum frostmarkið og 4 hitastig, um náttina niður í 2 kuldastig.