DMI: Tað verður ódn í nátt

Danska veðurstovan DMI væntar vindstyrki upp í ódn í nátt

(Mynd: Ingi Sørensen)

Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað verður nógvur vindur í nátt og fyrrapartin í morgin.

 

DMI sigur, at í dag veksur vindurin upp í 13-18 m/s av útsynningi við stormhvirlum. Tað verður samdrigið og támut ella regn. Í kvøld veksur vindurin upp í 18-23 m/s av útsynningi vestri við ódnarhvirlum upp í 29-33 m/s. Tað verður klárari í veðrinum og ælaveður. Hitin verður millum 4 og 9 stig.

 

Mánadagin verður framvegis nógvur vindur, 18-23 m/s av vestri og útnyðring við ódnarhvirlum upp í 29-33 m/s. Út á fyrrapartin minkar vindurin niður í 10-15 m/s. Nakað av sól, men eisini onkur æl. Hitin verður um 6 stig. Mánakvøldið og týsnáttina vera 3-8 m/s av landsynningi. Skýggjað og turt. Hitin verður milum 2 og 6 stig.

 

(Mynd: Ingi Sørensen)