DMI: Turt í dag – vátt í morgin

Danska veðurstovan sigur, at tað verður skýggjað veður um vikuskiftið

(Mynd: Ingi Sørensen)

 

Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað skýggjað veður um vikuskiftið, og sunnudagin fer at regna nakað.

 

DMI sigur, at í dag verða 3-8 m/s av útsynningi, seinni av ymsum ættum. Turt og skýggjað fyri tað mesta, í støðum kann verða támut ella mjørki. Hitin um dagin millum 8 og 12 stig. Um náttina um 8 stig.

 

Sunnudagin verða 3-8 m/s av landnyðringi. Samdrigið og í løtum regn. Hitin um dagin millum 11 og 15 stig, um náttina um 10 stig.