Høvuðsyvirskriftin á www.sandportal.fo í løtuni er, at "Ódn brestir á í annaðkvøld".
- Tað verður kolandi stormur í annaðkvøld, og tað sær út til, at ein ódn er á veg móti Føroyum, men ivasamt er, um hon rakar Føroyar. Men í øllum førum verður kolandi stormur.
Tað skrivar www.sandportal.fo nú stutt fyri midnátt og vísir til veðurstøðina theyr.tv
Hyggja vit, hvat DMI sigur beint nú, er talan um eitt lágtrýst, 960 hPa, í ein útsynning úr Svalbard, sum flytir seg spakuliga vesturyvir. Kølin luft við ælaveðri streymar inn yvir Føroyar vestaneftir.
Jólaaftan verður væntandi stormur av vestri ella útsynningi og nakað av regni. Hitin fer at liggja millum 4 og 8 stig.