Ódn ávirkaði oljuprísin

Ódnin Claudette, sum hevur herjað Texas, ávirkaði alt fyri eitt oljuprísin í USA, og tað merkist eisini í Evropa

Tropiska ódnin Claudette, sum týsdagin herjaði amerikanska statin Texas, var tann fyrsta av sínum slagi í ár.
Hóast hon viknaði, tá hon kom inn yvir land, var vandi fyri, at hon fór at oyðileggja oljuleiðingar, og tað ávirkaði alt fyri eitt prísin á oljumarknaðinum. Í New York hækkaði prísurin 35 cent og kom upp í 31,62 dollarar fyri tunnuna.
Príshækkingin í USA fekk eisini ávirkan á marknaðin í Evropa. Á marknaðinum í London hækkaði prísurin á norðsjóvarolju 21 cent upp í 29,17 dollarar fyri tunnuna.
Prísurin hevur annars verið lutfalsliga lágur í seinastuni, tí roknað varð við, at amerikanarar fóru at fylla sínar oljugoymslur. Men trupulleikar við at fáa gongd á framleiðsluna í Irak hava gjørt, at goymslurnar í USA eru munandi minni enn væntað.