Ídnaðarskipini
Í fráboðanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, nú hann hevur avgjørt at hækka føroysku kvotuna av norðhavssild, sleppa ídnaðarskipini nú eisini upp í part. Tey sleppa nevniliga at fiska 5.000 tons av tilsamans 68.000 tonsum, sum verður felagskvota hjá hesum skipum.
Millum nótamenn hava ídnaðarskipini verið "svarti seyðurin", síðan hesi skip vórðu keypt út av grunninum fyri fleiri árum síðan. Teir, sum eiga ídnaðarskipini, hava hinvegin ført fram, at eingin orsøk er, at føroysk kvota liggur ófiskað, tá ið árið er úti. Tí hava teir afturvendandi havt ynski um at fáa ein part av teimum kvotum, sum landsstýrið ræður yvir.
Bjørn Kalsø vísir á, at hann hevur tillutað ídnaðarskipum kvotu av norðhavssildini fyri at økja um møguleikarnar fyri, at føroyska kvotan verður fiskað.
- Tað er ikki soleiðis, at nótaskipini hava mist nakað. Her er einki broytt, men tillutaða kvotan hjá ídnaðarskipum er komin aftrat kvotuni, sum var frammanundan.
Ikki fordømi
Landsstýrismaðurin leggur dent á, at býtið av norðhavssildini, nú eingin semja er millum standalondini, ikki skal skapa nakað fordømi, tí óvist er, hvussu stór samlaða kvotan verður framyvir.
- Vit vóna, at semja fæst millum strandalondini um samlaðu kvotuna av norðhavssild ? og býtið av henni, sigur Bjørn Kalsø, sum í vikuni avgjørdi at fylgja norðmonnum og íslendingum og hækka føroysku kvotuna samsvarandi hækkingini hjá grannunum fyri eystan og vestan.