Tað hevur verið av ringasta veðri summastaðni í Grønlandi teir seinastu dagarnar, og á donsku flotastøðini Grønnedal hava teir mátað vindferð upp í 62 metrar um sekundið, sigur TV2. Telefonsambandið hjá flotastøðini fór, og fleiri bilar fingu skaða av smágróti, sum kom flúgvandi við teimum hørðu hvirlunum.
Í Vestur- og Suðurgrønlandi hava tey harafturímóti havt summarveður við ímillum 12 og 15 hitastigum.