Ódnin fáar skaðar við sær

Rættuligt ódnarveður leikaði mánadagin og týsnáttina á kring landið. Hvirlurnar vóru nógvastaðni væl sterkari enn 40m/sek, men hóast tann nógva vindin, hendu serstakliga fáir skaðar

John Johannessen


Vindurin var nógvur mánadagin og týsnáttina. Ymsastaðni kring landið siga fólk, at hetta ódnarveðrið hevur verið eitt tað ógvusligasta, tey hava upplivað. Men sjálvt um vindurin hevur verið nógvur, hava løgreglustøðirnar kring landið ikki fingið nógvar skaðafráboðanir.

Av Tvøroyri frættist, at takið á íróttarhøllini í Trongisvági tók at ríva um middagsleitið mánadagin. Hóast tann nógva vindin, fóru menn upp á takið og fingu fest pláturnar so mikið, at tekjan ikki reiv meira.

Á Norðadalsskari var nógvur vindur, og ein háspenningssteyri gav eftir tí nógva vininum og koppaði.

Á Kambsdali fór ein bilur út av vegnum, og tá løgreglan skuldi koma til hjálpar, var um reppið, at ein hvirla eisini tók løgreglubilin av vegnum.

Í Leirvík tók ein hvirla nøkur skúlabørn. Millum hesi var ein genta, ið breyt kjálkabeinið, tá hon small niður aftur í skúlagarðin.

Annars var talan um smáar skaðar kring landið. Eini hús á Nesi á Toftum fingu eitt sindur av skaða, nakrar smáar ruskbingjur fuku eftir vegnum í Runavík, og endin var, at ein teirra kom beint á ein bil. Í Klaksvík loysnaðu nakrar takplátur á tveimum húsum, men sløkkiliðið kom til hjálpar og fekk forða fyri, at tekjurnar rivu heilt. Í Klakksvík feyk somuleiðis ein bilur út av vegnum, og tríggir aðrir bilar í Klaksvík fingu skaða av, at ymsikt rusk feyk á teir.

Úr Vágum og úr Sandoynni frættist ikki um nakran skaða. Úr Sandoynni verður harafturat sagt, at ættin var góð og minnast Sandoyingar tískil ógvusligari vind.