Maðurin, ið varð fluttur niður til Danmark at sita í Varðhaldi, var í gjár dømdur eitt ára fongsulsrevsing fyri harðskap.
Maðurin varð handtikin 22. januar og møtti í grundlógaravhoyri 23. januar. Har varð hann varðhaldsfongslaður í fýra vikur. 1. februar bar Kringvarp Føroya tíðindini um, at maðurin varð fluttur úr varðhaldinum í Mjørkadali og niður til Danmarkar at sita restina av tíðini. Hann slapp ikki við Atlantsflog, so fimm løgreglufólk máttu við manninum við Norrønu til Danmarkar.
Les eisini Slapp ikki við flogfarinum
Í gjár møtti maðurin so í føroya rætti, ákærdur fyri harðskap í trimum førum. Í tveimum av førunum var talan um harðskap á einum vertshúsi. Annað føri var at meta sum eitt vanligt harðskapsmál, meðan hitt var mett sum harðskapur av grovum slag. Hann hevði nevniliga sligið ein annan gest á staðnum við einum glasi. Triðja føri hendi stutt seinni, men hesa ferð umborð á einum bussi. Maðurin gjørdi ikki mætari enn at stoyta øl í høvdið á bussføraranum. Bussførarar hava eina serliga verju í lógini, eins og millum annað hýruvognsførarar, og tí er revsingin fyri at gera seg inn á teir harðari enn fyri onnur.
Endin var, at maðurin varð funnin sekur í ákærunum. Revsingin gjørdist fongsul í eitt ár. Maðurin valdi at taka við dóminum og verður tí sitandi í varðhaldinum og byrjar at sita dómin beinanvegin.