Tann 11. september gevur Forlagið Nabbin út PhD-ritgerðina hjá Dánjal Petur Højgaard. Doktararitgerðin varð vard við Marinbiologisk Laboratorium í Helsingør, ið hoyrir til Lærda Háskúlan í Keypmannahavn. Ritgerðin hevur heitið »Aspects of the Life cycle of Whaleworm, Anisakis simplex (Nematoda: Ascaridoidea), and its infection of Saithe, Pollachius virens (L.)«.
Bókin er bygd á 6 vísindalig arbeiðir, øll á enskum máli; men 3 greinir hava føroyskan samandráttur. Granskingararbeiðið hjá Dánjal Petur Højgaard er býtt upp í tveir partar. Fyrri partur er um kanningar av eggum og larvum hjá Anisakis simplex (hvalormur), ið vanliga finst í fiskasløgum sum sild, svartkjafti, toski, upsa o. fl.
Hesar kanningar byggja á egg frá vaksnum Anisakis simplex úr grindahvali. Eisini eru infektiónsroyndir gjørdar við ymiskum dýraplanktonsløgum úr føroyskum sjógvi.
Seinni parturin er um kanningar, ið eru gjørdar av seiði og upsa. Partvís um infektión við A. simplex og partvís um føðini, ið hevur samband við lívsringrásina hjá A. simplex.
Bókin er 100 blaðsíður. Hon er prýdd við tekningum av listarmanniunum Oggi og hevur einstakar litmyndir.
Høvundin hevur fyrr í ár skrivað 4 parasitologiskar (sníkfrøðiligar) greinar á føroyskum máli í Fiskirannsóknir nr. 8: Fiskasníkar, Táknutrøll í toski; Karvaakker í kongafiski og Sníkar í svartkjafti.